
Vælkomin til Samtak
Her kanst tú lesa um tíni rættindi, fáa kunning um sáttmálar, trygging, eftirløn og ymiskt um arbeiðslív og pensjónstilveruna

Um Samtak
Samtak er samstarv millum Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.
Samtak stuðlar undir verandi virksemi hjá fakfeløgunum og virkar í høvuðsheitum á yvirskipaðum stigi. Feløgini í Samtak hava knapt 6000 limir.
Samtak ger hoyringsskriv, ber fram tíðindi og sjónarmið, og varpar ljós á serlig evni, sum eru viðkomandi fyri limafeløg og limirnar. Samtak hevur eisini gjørt limakort, sum gevur avsláttur í ymiskum handlum og fyritøkum.

Rættindi og limafyrimunir
Stutt yvirlit yvir limafyrimunir og rættindi í lóg og sáttmálum
Frítíðarløn
Visti tú, at tú hevur rætt til frítíðarløn ella frítíðarískoyti av allari løn? Her er kunning

Eftirløn
Allir løntakarar skulu sambært lóg spara upp til eftirløn. Les nærri um pensjónskipan hjá arbeiðarum og sjófólki her


Tímaløn og hýra
Løn og hýra er ásett í sáttmála millum fakfelagið og arbeiðsgevara/reiðara sí meir um sáttmálar her

Starvsaldur
Arbeiðsfólk, sum arbeiða í sama arbeiðsøki í meir enn 2 ár, hava rætt til ískoyti omaná lønina sí her
Eftirsitiløn
Um illa vil til, so eru avvarðandi hjá arbeiðs- og sjófólki tryggjaði eina eftirsitiløn. Les meir her

Trygt arbeiðspláss
Øll hava rætt til eitt trygt og heilsugott arbeiðsumhvørvi. Lóg og rættindi verja teg sum løntakara, les meira

