Føroya Fiskimannafelag hevur seinastu árini vunnið fleiri týdningarmiklar sigrar, men harðar orrustur hómast eisini fyri framman, serliga tá tað snýr seg um at standa ímóti royndunum hjá summum reiðarum at býta organiseraðar føroyskar fiskimenn út við bíliga, útlendska arbeiðsmegi.

Hetta legði fiskimannafelagsformaðurin Jan Højgaard dent á í síni formansfrágreiðing á landsfundinum hjá Føroya Fiskimannafelag. Landsfundurin varð hildin í Føroya Arbeiðarafelag í Havn í dag.

Formaðurin vísti á dømi, har reiðarar hava roynt at syndra samstarvið og samanhaldið millum manningarfeløgini til tess at loyva útlendskari arbeiðsmegi umborð á skipini gjøgnum bakdyrnar.

“Men felagið hevur megnað at staðið ímóti hesum spjaðingarroyndum við at seta hart ímóti hørðum, og tað fara vit framhaldandi at gera. Føroya Fiskimannafelag fer eisini fram eftir uttan drál við allari tess megi at berjast ímóti øllum royndum at kollrenna felagið og sleppa uttanum galdandi avtalur og sáttmálar”, segði Jan Højgaard.

Formaðurin vísti á, at gongdin við bíligari útlendskari arbeiðsmegi hevur fingið fótafesti á evropeiska meginlandinum, har fakfelagsrørslan ikki hevur reagerað nóg skjótt og víst neyðuga samanhaldið.

Tí legði formaðurin stóran dent á limaskapin í Samtak.

“Tað er púra vist, at teir heilt stóru bardagarnir, har týdningurin av skipaðum samanhaldi millum fakfeløgini av álvara fer at koma til sjóndar, liggja fyri framman”, segði Jan Højgaard.

Í 2012 eru tað serliga tvey sakarmál, ið formaðurin tók fram. Annað málið var ímóti reiðarínum Faroe Fish II og snúið seg um, hvørt manningar kundu trýstast til at skriva undir ein sáttmála uttan um teirra fakfelag. Hetta var hent í sambandi við makrelfiskiskapin í 2010. Fiskimannafelagið vann hetta málið í Landsrættinum, har tað eisini varð staðfest, at Føroya Fiskimannafelag hevur rætt at umboða fiskimenninar.

Hitt málið snúið seg um, hvørt tað ber til at koyra fólk í land uttan uppsøgn. Ítøkiliga var ein maður koyrdur í land av skipi, men hevði onga uppsøgn fingið. Hetta gjørdi, at hann ikki slapp í ALS. Eisini hetta sakarmálið vann Føroya Fiskimannafelag, tá Føroya Rættur í dómi sínum staðfesti, at maður, sum er koyrdur í land av skipi, hevur krav upp á formliga uppsøgn.

Í síni frágreiðingini fýltist Jan Højgaard á politiska myndugleikan fyri ikki at raðfesta trygdina á sjónu nóg høgt, tá vaktar- og bjargingarskipini bara verða løgd stórar partar av árinum, tí ov lítið av pengum eru avsettir til olju.

“Vit hava ferð eftir ferð víst á hetta hjá myndugleikum í landsstýri og løgtinginum og aðrastaðni við. Hetta má ornast. Okkara visjón er, at vit sum samfelag seta okkum sum mál, at á sjónum skal ongin doyggja ella koma álvarsliga til skaða. Altso ein sonevnd null-hugsjón. Tað eigur at vera ein sjálvfylgja, og tað skal verða mítt mál, at trygdin hjá fiskimonnunum til eina og hvørja tíð og í eini hvørju støðu hevur allar hægstu raðfesting”, segði fiskimannafelagsformaðurin.

Jan Højgaard legði eisini dent á, at arbeiðið við at betra tryggingar- og pensjónsviðurskiftini hjá fiskimonnunum heldur áfram. Sostatt fer ein spildurnýggj frítíðarvanlukkutrygging í gildi á nýggjárinum. Tryggingin verður eyka kostnað løgd afturat verandi tryggingum, sum fiskimenninir hava í danska tryggingarfelagnum ALKA.

Formansfrágreiðingin var hin seinasta hjá Jan Højgaard í hesi foranssetuni. Formansval er í Føroya Fiskimannafelag, har limirnir kunnu atkvøða til og við 30. januar. Jan Højgaard, sum býr á Toftum, stillar upp aftur og hevur hesa ferð tvey mótvalevni: Sakaris Zachariasen, búsitandi í Skálavík, og Grímur Hammer, búsitandi á Eiði. Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag verður valdur fyri trý ár í senn.

Leave a comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *