23. januar 2013 gjørdu Felagið Línuskip og manningarfeløgini nýggjan sáttmála, sum verður galdandi næstu tvey árini.

Eitt av stríðsmálunum millum partarnar hevur verið sonevnda línugjaldið á 550 krónur fyri hvønn mynstraðan fiskidag, ið manningin síðan seinastu samráðingar hevur goldið.

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, sigur, at í nýggja sáttmálanum minkar línugjaldið við 100 krónum í ár og við 100 krónum í 2014.

– Hetta merkir, sigur hann, at línugjaldið, sum í dag er 17,89 krónur fyri hvønn mynstraðan dag, verður 11,87 krónur í 2014.

Býtisprosentið til manningina við línuskipum er óbroytt, 43%.

Aðrar broytingar eru ikki í sáttmálanum.

Leave a comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *