Tá ið tú fert í nýtt starv, sum varar meir enn 1 mánaða, og sum í miðal er meir enn 8 tímar um vikuna, skalt tú minnast til at fáa setanarskriv frá arbeiðsgevaranum.

Setanarskrivið skal upplýsa:

  • Navn og bústað arbeiðsgevarans og løntakarans
  • Nær starvssetanin byrjar og hvussu leingi setanin varar, um hon ikki er óavmarkað
  • Starvsstaðið
  • Arbeiðstíð
  • Starvsøki
  • Starvsaldur
  • Galdandi sáttmála
  • Hvørjum felag tú ert í
  • Løn, ískoyti herundir eisini eftirløn, trygging o. líkn.
  • Nær løn verður útgoldin
  • Rætt løntakarans viðvíkjandi rindaðari frítíð
  • Longd á uppsøgnarfreistum
  • Møguligar aðrar avtalur í sambandi við starvssetanina

Arbeiðsgevarin hevur sambært lóg skyldu at geva tær setanarskriv, sum inniheldur omanfyrinevndu viðurskifti. Kortini eru nógv, ið ikki fáa setanarskriv.

Hevur tú arbeitt, men uttan setanarskriv, kanst tú biðja arbeiðsgevaran um setanarskriv. Hetta eigur tú at gera óansæð, hvussu leingi tú hevur verið hjá arbeiðsgevaranum.

Eru trupulleikar við at fáa setanarskriv, so kanst tú venda tær til álitisfólki á arbeiðsplássinum, sum kann taka málið upp við leiðsluna. Til ber eisini altíð hjá tær at venda tær til títt fakfelag.

Leave a comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *