Viðbót fyri starvsaldur er nakað, ið øll arbeiðandi hava øll rætt til.

Tá tú hevur arbeitt innan sama starvsøki í meir enn 3 ár, so hevur tú rætt til at fáa eina viðbót fyri tín starvsaldur. Arbeiðarafeløgini í Samtak hava starvsaldursviðbøtur fyri 3, 5, 7, 9 og nú eisini 11 ár (frá 1. mai 2017).

Um tú skiftir frá einum arbeiðsplássi til eitt nýtt arbeiðspláss, flytur tú starvsaldurin við tær um tað er innan sama øki. Bið tín fyrrverandi arbeiðsgevara um eina váttan, tá tú skiftir arbeiðspláss, hetta hevur arbeiðsgevarin skyldu at útflýggja tær.

Skiftir tú til dømis frá einum laksavavirki til eitt flakavirki ella uppisjóvarvirkið, so fylgir starvstíðin í fyrra arbeiðinum við tær. Skifti tú frá hinivegin arbeiðsøki, og fert frá t.d at vaska skúla til at vera dagrøktari ella skiftir tú frá fiskivinnuni til at vera bussførari, so fylgir starvsaldurin ikki við, tí tað er eitt nytt starvsøki, har tú ikki hevur royndirnar við tær. Starvsaldurin fylgir eisini við tær um tú tekur ein steðg frá arbeiðinum, og byrjar aftur, so leingið steðgurin er minni enn 7 ár.

Nýggi sáttmálin millum arbeiðarafeløgini í Samtak og Arbeiðsgevarafelagið hevur við sær, at ein nýggj viðbót verður sett inn í sáttmálan. Talan er um eina viðbót eftir 11 ára starvstíð á 4,75%. Hendan viðbót er galdandi frá 1. Mai 2017. Tá fer tímalønin hjá einum arbeiðara, sum hevur 11 ára starvsaldur, at liggja á 131,66 krónum

Leave a comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *