Tað er áhugavert at hyggja eftir hvussu broytingarnar eru seinastu tíggju árini.

Talið av løntakarum er at kalla óbroytt, frá 24.838 í mai 2006 til 25.195 nú. Vøksturin er 357, sum svarar til eina broyting upp á 1,4%. Verður hugt nærri eftir vinnugreinunum, sæst tó at broytingarnar eru stórar.

Í fiski- og alivinnuni vóru tað næstan 5.000 løntakarar fyri tíggju árum síðani, og tað eru 1.000 fleiri enn tað eru í dag, minkingin er 18,9%.

Tað hevur verið stór minking í fiskiskapi og fiskavøruídnaði, 900 færri fiska og 685 færri arbeiða við fiski á landi. Hinvegin hevur alivinnan tikið ímóti nógvum fólkum seinastu 10 árini. Í alivinnuni vóru 306 løntakarar í 2006 og tíggju ár seinni var hetta trýfaldað til 931.

Tað er ongin broyting í byggivinnuni, tað eru 200 færri í øðrum ídnaði, tað er framleiðsla av matvøru, tóvøru o.a. men bygging og smiðjur hava 200 fleiri.
Í privatu tænastuvinnunum er samlaða framgongdin 3,3%, frá 8.210 til 8.483. Tað eru serliga vinnugreinarnar postur og fjarskifti saman við figging og trygging, sum hava havt stóra afturgongd.

Í posti og fjarskifti arbeiddu 609 fólk í 2006, nú tíggju ár seinni eru næstan 40% av størvunum horvin, og eftir eru 382 fólk. Fígging og trygging høvdu 888 løntakarar í 2006 og er hetta tódnað til 708 nú, afturgongdin er 20%. Hinar tænastuvinnurnar hava nærum allar havt vøkstur, eitt nú er sjóflutningur vaksin 38,7%, so tað nú eru 1.000, sum fáa løn har, meðan gistihús- og matstovuvirksemi er vaksið 31,8%.

Størsta vøksturin síggja vit í almennum tænastum. Í 2006 fingu 8.176 fólk løn fyri almenna tænastu, og hetta vaks 12,4% yvir tíggju ár, so nú eru 9.194 løntakarar í almennari tænastu. Munurin er 1.017 løntakarar. Nærum allur vøksturin er hjá kommunum og ríkið. Í 2006 fingu 2.619 løn frá kommununum ella ríkinum, tíggju ár seinni var tað 3.467 fólk. Vøksturin er 848 fólk ella 32,4%.

Leave a comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *