Fakfelagsráðstevna í Smæruni í Havn.

Tann 22 februar skipar Samtak fyri arbeiðsmarknaðarráðstevnuni “Arbeiðsmarknaðurin og Vit”.
Á degnum verður farið í dýptina við evnum, sum fakfeløg í teirra dagliga virksemi fáast við.
Nomið verður við spurningar sum t.d., hvussu almenna rúmið hevur flutt seg frá vanliga løntakaranum, um løn og livikostnað, um vitan, vald og tað at seta dagskránna og um fakfelagsrørsluna sum heild anno 2018.
Liljan Weihe, Heri á Rógvi og Helgi Eidesgaard fara at hava fyrilestrar á ráðstevnuni. Afturat teimun kemur danin Jakob Mathiassen, sum er jørð- og betongarbeiðari at hava fyrilestur. Hann gjørdist kendur, tá hann gav út bókina “Beton – historier fra skurvognen”, og hann fer at greiða frá, hvussu týdningarmikið tað í dagliga samfelagskjakinum er, at eisini vanligi lønmóttakarin tekur ábyrgd og setur orð á egnan veruleika.
Ráðstevnan vendir sær fyrst og fremst til fakfeløg, nevndarlimir, álitisfólk og fólk, sum annars eru áhugað í fakfelagsviðurskiftum.

Tilmeldingarfreistin er 17. februar og fer fram við at senda ein teldupost til samtak@samtak.fo.
Kostnaðurin er 1.500 kr. fyri dagin.

Umframt fyrilestrar verður tónleikainnslag, eitt sindur av skemti og ábit

Leave a comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *