Minsta tímalønin er, pr. 1. mai 2018, 128,94 kr.

Serligt arbeiði gevur serliga viðbót. Bæði høvuðssáttmálin og sersáttmálarnir geva tískil, í ávísum førum, rætt til viðbøtur av ymiskum slag. Hesar viðbøtur koma afturat tíni grundløn. Hetta kann til dømis vera yvirtíðarløn, viðbót fyri arbeiði í vikuskiftum, viðbót fyri serligt arbeiði ella fyri starvsaldur.
Lesast kann nærri um tað her.

Sambært grein 11 í høvuðssáttmálanum skal ein altíð hava løn fyri í minsta lagi 2 tímar, eisini tá arbeiðið varir styttri.

Ungdómar
Ungdómar, ið eru 14 ár fáa 50% av tímalønini. Ungdómar, ið eru 15 og 16 ár, fáa 75% av vaksnamannalønini, og er hetta galdandi fyri bæði normal- og yvirtíð.

Leave a comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *