Í dag er altjóða arbeiðaradagur. Dagurin, ið fyrstu ferð varð hildin 1. mai 1889, tænir enn tann dag í dag sum ein áminning um stríð arbeiðarans fyri politiskum og fakligum rættindum. Tað eru í dag góð 80 lond, sum hava arbeiðaradagin sum almennan frídag, umframt nógv onnur lond, sum halda dagin, uttan at tað er almennur frídagur.

Tískil er 1. mai alheims arbeiðaradagurin, har fløggini verða vundin í húnar hátt. Dagurin, har ljós verður varpað á korini hjá verkafólki og løntakarum. Dagurin, har arbeiðarastættin ger støðu sína upp. Dagurin, har fortíð, nútíð og framtíð hittast. Dagurin, har víst verður á, hvussu støðan hjá arbeiðarastættini hevur verið, hvussu støðan er í dag, og hvussu hon eigur at verða. Dagurin, har vit minnast tað stríð og tey stóru lógvatøk, ið forfedrar okkara hava tikið, og sum hava gjørt, at samfelagið og korini hjá arbeiðarastættini, stig fyri stig, so líðandi eru betrað. Dagurin, har vit standa saman um virðilig kor á arbeiðsmarknaðinum fyri øll!

Dagurin í dag er eisini dagurin, har tímalønin hækkar við kr. 3,30.

Hjá limunum í arbeiðarafeløgunum er 1. mai frídagur. Arbeiðir tú í dag, skalt tú tí hava dupulta løn!

Samtak ynskir øllum ein góðan arbeiðaradag.

 

Leave a comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *