Føroyar hava ein skipaðan arbeiðsmarknað, kortini eru sera fáar arbeiðsmarknaðarlógir í Føroyum.
Fleiri av arbeiðsmarknaðarlógunum eru avoldaðar, t.d. eru nakrar frá 1930’unum.

Samtak mælir til, at endurskoða verandi lóggávu, at dagføra lógir og veruliga at kanna, um allar lógir og reglugerðir verða hildnar. Eitt nú er týðandi at vita, um t.d. lógin um arbeiðaravernd kundi verið betri og um lógin og kunngerðirnar verða hildnar. Mistanki er í øllum føri um, at hugtakið arbeiðsumhvørvi ikki verður tikið í nóg stórum álvara.

Javnstøðulógin er 13 ár, kanska er stundin komin at betra um hesa lóggávu. Hóast lógin hevur verið í gildi síðani 1994 er hvørki javnstøða á arbeiðsmarknaðinum ella har politiskar avgerðir verða tiknar. Kanska er stundin komin, at tað almenna slóðar fyri, at ein verulig Javnstøðuætlan verður sett í verk.

Hetta eru bert tvey dømi um arbeiðsmarknaðarmál, sum hoyra til Vinnumálaráðið. Annars hoyrir lógin um ALS, barsilsskipan, Frítíð við løn, dagpeningalógin, lógin um arbeiðsviðurskifti og arbeiðsósemjur eisini til hetta málsøki.