Javnstøðulógin frá 1994 ásetur greitt, at loyvt er ikki at gera mismun á fólki vegna kyn. Kvinnur og menn skulu hava somu møguleikar til útbúgving, arbeiði, yrkisliga og mentanarliga menning.

Endamálið við lógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn. Kortini er í lagi, at tryggjað øðrum kyninum serlig rættindi, tá ið tað er fyri at fáa økta javnstøðu.

Tað er Javnstøðunevndin, sum hevur eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin. Javnstøðunevndin er ráðgevi hjá myndugleikum og øðrum í javnstøðuspurningum og skal gera tilmæli í javnstøðumálum. Til ber eisini at kæra til Javnstøðunevndina, um lógin verður brotin.

Sí eisini heimasíðuna hjá javnstøðunevndini. Henda síða verður regluliga dagførd og hevur eina rúgvu av tíðindum og tilfari um javnstøðu.

Visti tú?

  • Visti tú, at kvinnur í Føroyum forvinna útvið ein triðing minni enn menn
  • Visti tú, at 10 av 33 løgtingslimum eru kvinnur
  • Visti tú, at allir politiskir flokkar í Føroyum siga seg stuðla Javnstøðu
  • Visti tú, at tað tók 15 ár frá tí at løgtingið samtykti at gera eina Javnstøðulóg til hon varð samtykt og sett í gildi.
  • Visti tú, at kvinnufráflytingin úr Føroyum er so stór, at tað í dag eru 1.650 færri kvinnur enn menn

Søgan um javnstøðulógina

Eftir hart orðaskifti í løgtinginum og í almenna rúminum sum heild samtykti løgtingið í 1994 Javnstøðulógina, og stutt eftir var fyrsta Javnstøðunevndin vald. Stríð hevði annars verið um hana í áravís. Serliga vóru tað kvinnufeløg kring alt landið, sum høvdu strongt á at fáa eina lóg um javnstøðu.

Í 1979 var spurningurin um Javnstøðulóg fyrstu ferð til viðgerðar í løgtinginum. Tá var samtykt at seta ein arbeiðsbólk at evna eina Javnstøðulóg. Ikki fyrr enn í 1986 kom glið á arbeiði, tá ið nýggj nevnd var sett, við Hannu Joensen (Hannu í Joto), sum forkvinnu. Hinir limirnir í arbeiðsbólkinum vóru Bergtóra Hanusardóttir, Ingeborg Vinther og Jógvan Vágsheyg.

Í 1987 lat arbeiðsbólkurin landsstýrinum eitt uppskot. Í landstýrinum var uppskotið broytt nakað og síðani lagt fyri løgtingið árið eftir. Uppskotið fall við 17 atkvøðum fyri og 15 ímóti. Javnstøðulógin elvdi eisini til mikið rumbul í samgonguni, sum skrædnaði m.a. av hesum uppskotinum.

Ónøgdin við hetta var ómetaliga stór. Eitt nú skrivaði Kvinnutíðindi eftir at uppskotið fall í 1988:

»Tað ber als ikki til í einum demokratiskum landi, at kvinnurnar miðvíst haldast uttanfyri, har avgerðir verða tiknar. Tað er ikki bert skomm, tað er bart út ódemokratiskt… Nú er so veruleikin tann, at Føroyar sum einasta land í Norðurlondum ikki hava eina javnstøðulóg, eisini Grønland hevur sína. Stór skomm fyri alt Føroya fólk. Vónandi rakna fólk nú við, soleiðis at hetta kann bøtast aftur, áðrenn langt um líður. Hetta eigur avgjørt at fáa avleiðingar við valið í heyst…«

Nú Javnstøðulógin hevur verið í gildi síðani 1994 eru kvinnurnar fravegis við skerdan lut í kommunustýrum og í løgtinginum. Umboðanin í løgtinginum er í dag 11 av 33, og í kommunum er uml. 1 kvinna fyri hvørjar 4 menn.

Fyri at bøta um hetta hevur løgtingið sett nevndina »Demokratia« á stovn. Demokratia hevur til endamáls at økja um leiklutin hjá kvinnum í føroyskum politikki.

Samtak mælir til:

  • At kannast skal, hvat tað er sum forðar kvinnum í at luttaka í politikki.
  • At skapa fleiri starvsmøguleikar og ein rúmligari og familjuvinaligari arbeiðsmarknað, har tað ber til at sameina arbeiðs- og heimalív.

Javnstøðulógin

Javnstøðulógin frá 1994 ásetur greitt, at loyvt er ikki at gera mismun á fólki vegna kyn. Kvinnur og menn skulu hava somu møguleikar til útbúgving, arbeiði, yrkisliga og mentanarliga menning.

Endamálið við lógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn.Kortini er í lagi, at tryggjað øðrum kyninum serlig rættindi, tá ið tað er fyri at fáa økta javnstøðu.

Tað er Javnstøðunevndin, sum hevur eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin. Javnstøðunevndin er ráðgevi hjá myndugleikum og øðrum í javnstøðuspurningum og skal gera tilmæli í javnstøðumálum. Til ber eisini at kæra til Javnstøðunevndina, um lógin verður brotin.