Feløgini í Samtak – Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag – hava tikið stig til, at limirnir í feløgunum ókeypis kunnu leita sær ráðgeving hjá advokati.

Skipanin fevnir um spurningar um arbeiðsviðurskifti, arvaspurningar, húsakeyp, bilkeyp og persónlig viðurskifti.

Talan er um telefonráðgeving, har advokaturin hjá Samtak hvønn mikudag frá kl. 18 til kl.19 er til reiðar at svara spuringum frá limunum á tel 597978.