Feløgini í Samtak eru Føroya Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag. Ætlanin er at savna fleiri fakfeløg í Samtak. Fakfeløgini hava nógv felags áhugamál at virka fyri, tí er sjálvsagt, at samstarvað verður.

Tað er ikki ætlanin, at Samtak skal avloysa feløgini, tvørturímóti skal Samtak arbeiða á yvirskipaðum stigi og taka viðkomandi arbeiðsmarknaðarspurningar upp. Til ber at lesa meir um visjónir hjá Samtak undir breddanum Samtak.

  • Tað eru fýra feløg í Samtak, sum tilsamans hava uml. 5.500 limir.
  • Tey fýra feløgini eru millum elstu fakfeløg í landinum.
  • Tað eru omanfyri 50 fakfeløg í Føroyum

Føroya Fiskimannafelag var stovnað 1911.
Føroya Arbeiðarafelag var stovnað 1925.
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag var stovnað 1923
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag var stovnað 1931