Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðar-eftirlønargrunnurin – eisini stytt AMEG ella Samhaldsfasti, er ein arbeiðsmarknaðargrunnur, ið løntakarar og arbeiðsgevarar rinda til – hvør rindar 2,25% inn í grunnin. Samhaldsfasti var settur á stovn í 1991, og er í dag eitt munagott ískoyti til pensjónina.

Samhaldsfasti er útgjald á 3.910 kr um mánaðin, sum pensjónistar fáa útgoldið hvønn mánaða.

Samtak heldur, at Samhaldsfasti átti at verið styrktur, og at bæði inn- og útgjøld skulu hækkað.

Eisini metir Samtak tað vera rætt, at Samhaldsfasti gerst partur av einum arbeiðsmarknaðardepli, sum vónandi skjótt verður settur á stovn.

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, umboðar løntakarafeløgini í stýrinum fyri Samhaldsfasta og  Annfin V. Hansen er formaður í stýrinum.