Minst til at melda teg til hjá ALS, um skip títt liggur meir enn 1 mánaða til umvælingar.

Sjófólk fáa útgjald frá 31. degi um tey hava melda til og ALS hevur fingið neyðugu váttanirnar.

Kunngerð um útgjald til fiskimenn, tá ið skip teirra verða løgd vegna umvælingar

Við heimild í § 20a, stk. 2 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997, um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 25. mai 2009, verður ásett:

Fiskimannaskipan
§ 1. Fiskimannaskipanin verður í hesi kunngerð nýtt sum hugtak fyri ta skipan, sum fevnir um rættindi og skyldur hjá teimum fiskimonnum, sum koma undir treytirnar í hesi kunngerð.

Skip, fevnd av kunngerðini
§ 2. Bert fiskiskip, sum hava veiðiloyvi sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, koma undir hesa kunngerð. Veiðiloyvið sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap hava øll fiskifør onnur enn útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu.

§ 3. Fiskiskipið skal vera lagt vegna umvælingar, sum gera, at skipið liggur, og skulu hesar umvælingar ikki vera fevndar av inntøkutapstrygging.

Fiskimenn
§ 4. Bert tann fiskimaður, sum er við einum fiskiskipi sambært §§ 2 og 3, kann fáa arbeiðsloysisstuðul eftir hesi kunngerð.
Stk. 2. Tað er ein treyt fyri útgjaldi, at fiskimaðurin hevur verið við skipinum, áðrenn skipið fer til umvælingar, og at hann hevði verið við skipinum, um skipið ikki fór til umvælingar, og at hann ætlandi skal við skipinum, eftir at umvælingarnar eru av.
Stk. 3. Tað er ein treyt fyri útgjaldi, at fiskimaðurin hevur verið og eftir ætlan verður mynstraður sambært Ll. nr. 67 frá 9. juni 1988 um mynstring, við seinni broytingum.

Rætturin til útgjald
§ 5. Fiskimaður fevndur av hesi kunngerð fær útgoldið arbeiðsloysisstuðul aftaná 30 dagar frá tí, at umvæligararbeiðið er byrjað. Goldið verður í mesta lagi fyri 60 útgjaldsdagar í sambandi við hvørja einstaka umvæling. Arbeiðsloysisskipanin ger av, um talan er um eina ella fleiri umvælingar.
Stk. 2. Fyri hvørjar kr. 1000, sum útrokningargrundarlagið hjá fiskimanninum fer uppum upphæddina nevnda í § 16, stk. 2 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, minkar útgjaldið við 0,5% stig.

Tøkur á arbeiðsmarknaðinum
§ 6. Fiskimaðurin skal, hóast setanarliga tilknýtið til arbeiðsgevaran ikki er av, vera tøkur á arbeiðsmarknaðinum sambært reglunum í kunngerð um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli.

Aðrar reglur
§ 7. Viðvíkjandi umsókn um arbeiðsloysisstuðul, treytir fyri stuðli, avgreiðslu av útgjaldi, øðrum inntøkum og reglunum annars eru reglurnar í løgtinglóg um arbeiðsloysistryggin og arbeiðsávísing og í kunngerð um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli galdandi við teimum tillagingum, sum eru náttúrligar.

§ 8. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja neyðugar upplýsingar í sambandi við viðgerð av umsóknum um arbeiðsloysisstuðul. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja at hesar upplýsingar verða váttaðar av øðrum t.d. reiðara ella skipasmiðju.

Gildiskoma
§ 9. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Vinnumálaráðið, 20. juli 2009

Jóhan Dahl
landsstýrismaður
/Arne Poulsen