Fært tú ikki arbeitt vegna sjúku, skaðatilburð ella barnsburð, so hevur tú rætt til sjúkradagpening. Treytin er tó, at tú hevur læknaváttan og ikki fært inntøku aðrastaðni, ella hevur rætt til tryggingarendurgjald, barnsburðargjald ella annað tílíkt.

Dagpeningaútgjaldið er 80% av eini arbeiðaraløn, og verður vanliga ásett við grundarlagi í miðalinntøkuni seinastu 5 vikurnar undan sjúkrafráveruni.

Sjúkradagpeningur er ein fyribils veiting, sum tú kanst søkja, um tú vegna sjúku ella skaðatilburð ikki kanst røkja títt starv og tí missir arbeiðsinntøku. Tú kanst eisini søkja, um tú ert við barn og ymisk árin gera, at tú gerst óarbeiðsfør ella ikki fært røkt títt starv. Somleiðis kanst tú fáa rætt til dagpening, um tað gerst alneyðugt at verða um álvarsliga sjúkan hjúnafelaga ella barn. Hevur tú rætt til løn undir sjúku, kanst tú ikki fáa dagpening.

Fyri at fáa sjúkradagpening skalt tú senda Almannastovuni umsókn. Tú hevur rætt til dagpening frá 1. fráverudegi, um Almannastovan hevur móttikið fráboðan um sjúkuna við læknaváttan, umsókn ella beinleiðis samskifti, í seinasta lagi 30. dagin eftir 1. fráverudag. Verður fráboðanin móttikin á Almannastovuni seinni, verður dagpeningur veittur frá tí degi, fráboðanin er móttikin á Almannastovuni.

Tú hevur ábyrgdina av, at fráboðanin verður latin rættstundis inn til Almannastovuna.

Saman við umsóknini skal vera ein læknafrágreiðing, ið staðfestir óarbeiðsførið. Umsóknarblað fært tú á økisdeildini hjá Almannastovuni, har tú býrt, og ella við at trýsta á her.

Rættindi

Tú hevur rætt til dagpening, um:

  • tú ert millum 16 og 70 ár,
  • tú hevur fastan bústað og hevur fulla skattskyldu í Føroyum, og
  • um tú er løntakari, ella
  • um tú ert sjómaður, sum hevur hýru ella ætlandi skal hava hýru, ella
  • um tú ert útróðrarmaður, sum rør út við egnum ella annan mans fiskifari, ella
  • um tú ert sjálvstøðugur vinnurekandi, sum ikki ella bert í lítlan mun hevur arbeiðsfólk aftrat tær, og um
  • tú hevur havt lønt arbeiði í minsta lagi 20 tímar tilsamans 5 tær seinastu vikurnar fyri 1. fráverudag,
  • at váttan fyriliggur frá lækna um sjúkuna, skaðan ella vandan fyri fosturskaða/heilsuni hjá mammuni og væntað fráverutíðarskeið,
  • at váttan fyriliggur frá arbeiðsgevaranum um fráveruna og inntøkumissin, og
  • at tú hevur sent Almannastovuni umsóknarblað.

Ert tú sjálvstøðugur vinnurekandi mást tú tekna sjálvbodna trygging fyri at hava rætt til dagpening, sí undir “Sjúkradagpeningur – sjálvboðin trygging”.

Ert tú mynstaður við skipi, ið er skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, hevur tú rætt til dagpening, hóast tú ikki er ikki ert fastbúgvandi og hevur fulla skattskyldu í Føroyum.