Øll arbeiðspláss omanfyri 9 fólk skulu hava trygdarumboð, hvørs uppgáva er at vera umboðið hjá arbeiðsfólkinum. Er arbeiðsplássið omanfyri 20 fólk skal ein trygdarnevnd setast.
Trygdarumboð eins og álitisfólk hava serliga verju mótvegis uppsøgn. Sí nærri upplýsingar í lógini um arbeiðsumhvørvi, umframt at til ber at venda sær til Arbeiðseftirlitið. Sí eisini Arbeiðseftirlitið.
Trygging FA/HAF
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag hava felags trygging. Allir limir teirra eru tryggjað við hættisligari sjúku og deyða og børnini eru tryggjaði við hættisligari sjúku. Feløgini hava eisini eina lokaupphædd, sum limir fáa útgoldið, tá ið teir fylla 67 ár. Fyri at fáa lokaupphæddina skalt tú í 2009 hava verið limir fakfelagnum í minst 9 ár út í eitt, tá ið tú fyllir 67 ár.
Fevnur um | Upphædd | Gongur út |
Hættisliga sjúku* | 90.405 kr. | 67 ár |
Hættisliga sjúku børn* | 90.405 kr. | 18 ár |
Deyða | 361.624 kr. | 67 ár |
Lokaupphædd | 100.000 kr. | 67 ár |
* til ber at síggja yvirlit yvir hvørjar hættisligar sjúkur tryggingin fevnur um í faldaranum felagslívstrygging hjá Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag. Faldarin finnur tú her
Avtalur við onnur feløg
FA og HAF hava tryggingaravtalur við arbeiðarafeløgini í Klaksvík, soleiðis at til ber hjá limum at ferðast ímillum sáttmálaøkini uttan at hetta hevur ávirkan á tryggingina og møguleikan at fáa lokaupphædd. Í næstum verður avtala gjørd við Fiskimannafelagið soleiðis at sjófólk og fólk á landi ikki missa rætt til lokaupphædd, um tey fara inn á arbeiðsøki hjá hvør øðrum.
Trygging FF
Sum limur í Føroya Fiskimannafelag er tú tryggjaður, um illa vil til og tú ella børn tíni gerast hættisliga sjúk.
Føroya Fiskimannafelag hevur tryggjað limir sínar og teirra hjúnaðarfelaga/sambúgva við deyða, umframt at tey sum gerast 67 ár fáa eina lokaupphædd útgoldna.
Fevnur um | Upphædd | Gongur út |
Við deyða | 491.936 kr. | 70 ár |
Við deyða hjúnaðarfelagi | 245.968 kr. | 70 ár |
Ávísar hættisligar sjúkur | 81.989 kr. | 70 ár |
Hættisligar sjúkur hjá barni | 81.989 kr. | 18 ár |
Lokaupphædd | 75.000 kr. | 67 ár |
Fyri at fáa lokaupphædd í 2014 skalt tú hava verið limur í fiskimannafelagnum seinastu 10 árini, og samanhangandi tey seinastu 5 árini áðrenn tú gerst 67 ár.
Til ber at síggja tryggingarfaldarin við at trýsta á her