Vanlukkutryggingarlógin, sum kom í 1966, er alt ov gomul og ótíðarhóskandi. Endmálið við tryggingini er at veita endurgjald til tey, sum eru úti fyri einum óhappið, vil illa til og fólk lata lív verður endurgjald veitt til tey, ið eftir sita, eisini verður serligt endurgjald latið fyri hvørt barnið, ið er undir 18 ár.

Um tú gerst óarbeiðsførur kanst tú fáa endurgjald fyri skaðan og út frá, hvussu nógv av arbeiðsførleikanum tú hevur mist.

Broytingar neyðugar

Samtak mælir til at endurskoða lógina, eitt nú mugu upphæddirnar fyri deyða ella álvarsligt avlamni hækkast munandi umframt at ásetast skal, at ein persónur, sum fær skaða, skal hava ávegis endurgjald innan 1 ár og málið skal verða endaliga avgreitt innan 5 ár.

Sí eisini talvuna niðanfyri, sum er frá Føroya Lívstrygging. Upphæddirnar eru galdandi frá 01.01.2008

Avlamisendurgjøld
Menn Kvinnur
Avlamisstig Í mesta lagið Í minsta lagið Avlamisstig Í mesta lagið  Í minsta lagið
 5%  45.784 kr.  22.892 kr. 5%  45.784 kr. 22.892 kr.
 10%  91.568 kr. 45.784 kr.  10%  91.568 kr. 45.784 kr.
  20%  207.554 kr.  103.777 kr. 20% 207.554 kr. 103.777 kr.
  30%  370.667 kr. 185.334 kr. 30% 371.034 kr. 185.517 kr.
 50%  697.138 kr.  348.569 kr. 50% 698.359 kr. 349.179 kr.
 100%  1.513.924 kr.  756.962 kr. 100% 1.516.366 kr. 758.183 kr.
Jarðarferðarhjálp 6.728,-
 

Deyðsendurgjøld

Í mesta lagi Í minsta lagi
Einkja/einkjumaður 659.290 kr. 329.645 kr.
Barn (nýføðingur) 247.234 kr. 123.617 kr.

Harumframt fært tú endurgjald fyri sjúkraviðgerð og uppvenjing fyri at minka um avleiðingarnar av skaðanum og fyri at tryggja bestu heilsubót.