Stoffalág 17 – FO-100 Tórshavn – samtak@samtak.fo – tel 210013
Feløgini í Samtak eru:
- Føroya Arbeiðarafelag
- Føroya Fiskimannafelag
- Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
- Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Ætlanin er at savna fleiri fakfeløg í Samtak. Fakfeløgini hava nógv felags áhugamál at virka fyri, tí er sjálvsagt, at samstarvað verður.
Tað er ikki ætlanin, at Samtak skal avloysa fakfeløgini, tvørturímóti skal Samtak arbeiða á yvirskipaðum stigi og taka viðkomandi arbeiðsmarknaðarspurningar upp.
Samtak umboðar knappar 5.600 løntakarar í Føroyum.
Samtak skal varpa ljós á arbeiðsmarknaðarviðurskifti.
Samtak varpar ljós á serlig evni, sum eru viðkomandi fyri limirnar.