Hvat er Vinnusjúka?

Arbeiðsskaði hendir brádliga, meðan vinnusjúka er langtíðarárin av arbeiði.

Vinnusjúka er sjúka sum kemur av arbeiði tygara ella arbeiðsumstøðun tygara. Ein kann arbeiða undir keðiligum umstøðum í langa tíð áðrenn ein gert varðugur við hvørja ávirkan hettar hevur framyvir.
Vinnusjúkur eru oftast staðfestar sum hoyriskaðar, ryggtrupulleikar o.t.

Vinnusjúkugrunnurin veitur eisini útgjald fyri lyftiskaðar, hesir skaðar eru oftast hjá arbeiðsfólki í lyfta ella bera nógv dagliga. Nevnast kunnu sjófólk, flakafólk og onnur í hava fysiskt tungt arbeiði.

Tað er munur á arbeiðsskaða og vinnusjúku: arbeiðsskaðar henda knappliga, meðan vinnusjúkur koma so líðandi.

Tryggingarfeløgini ið bjóða fram vanlukkutrygging varða av arbeiðsskaðum. Vinnusjúkugrunnurin varðar av teimum, ið verða rakt av vinnusjúkum.

Vinnusjúkuveitingar- og endurgjøld

Vinnusjúkugrunnurin veitir endurgjøld, við at rinda út ymisk sløg av veitingar- og endurgjøldum.

Í løtuni er heimild fyri at rinda út hesi sløg av veitingum og endurgjøldum:

  • Dagpeningur
  • Endurgjald fyri lyftiskaðar
  • Endurgjald fyri mist vinnuføri
  • Endurgjald fyri varandi mein
  • Endurgjald til maka og børn fyri miss av uppihaldara
  • Skiftisveiting til eftirsitandi við deyða
  • Útreiðslur til sjúkuviðgerð og hjálpitól

Nevndin

Nevndin, ið landsstýrismaðurin í vinnumálum velur, er hægsti myndugleiki grunsins. Nevndin er mannað við einum umboði fyri arbeiðstakarar, einum umboði fyri arbeiðsgevarar og einum, sum skal hava búskaparligan ella løgfrøðiligan førleika. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við grunninum.