Vælferð føroyinga verður í alsamt størri mun tengd at tilknýtinum til arbeiðsmarknaðin. Landið setir ávísar standardir, men tað er í roynd og veru títt arbeiðslív og tín løn, sum avgerð, hvussu stórar vælferðar viðbøtur tú fært, tá ið tú hevur tørv á tí.

Tað er arbeiðsmarknaðartilknýti, sum er grundarlagið undir, hvørja trygging ella pensjón tú fært, hvussu nógv tú fært í barnsburðarfarloyvi, pensjón, arbeiðsloysisstuðuli, hvussu stór frítíðarlønin er og so víðari.

Tí er neyðugt, at fakfeløg leggja seg út í kjakið um vælferð, og hvussu vælferðin skal skipast.

Føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur ikki verið bangin fyri at átaka sær fleiri og fleiri almennar skyldur. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum ynskja samstundis at fáa ræði á grunnum og øðrum, ið arbeiðsmarknaðurin varar av. Ræðisábyrgdin má fylgja við tí fíggjarligu ábyrgdini. Tað skuldi samstundis hóva politiska landslagnum, at arbeiðsmarknaðurin verður de-reguleraður á henda hátt.

Fakfeløg og arbeiðsgevarar hava heitt á landsstýrið um at leggja umsitingina av hesum út til arbeiðsmarknaðin at umsita:

  • Frítíðargrunnin
  • ALS
  • Samhaldsfasta
  • Barnsburðargrunninum
  • Fasta gerðarrættinum

Samtak tekur undir við hesum og mælir til, at hetta verður gjørt skjótast gjørligt. Soleiðis kann eisini sleppast undan politiskum inntrivum í hesar grunnar.

Tá ið tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum rinda í grunnin við serligum arbeiðsmarknaðargjøldum, so er rímuligt, at arbeiðsmarknaðurin fær dagligu umsitingina og ræðisrættin um hendi.

Gjaldið í samhaldsfasta er 2,25%
Gjaldið í barnsburðargrunnin er 0,71%
Gjaldið til ALS er 1,25%
Frítíðarlønin er 12% omaná lønina