Fyrilestur hjá Beintu í Jákupsstovu

Framløga 6. sept. 2007 av antologiini Arbejde, helse og velfærd i Vestnorden
(ritstj. Guðbjörg Linda Rafnsdóttir)

Fyriskipararnir hava biðið okkum, sum hava skrivað í Antologiina, í stuttum at lýsa innihaldið í greinunum, sum vit hava skrivað. Boðini í mínari grein eru, at fyri at fáa vælvirkandi sosialar skipanir, er neyðugt at hava og brúka kunnskap um hvussu samfelagið er skipað. Tað er ikki so at skilja, at eg haldi, at tøl altíð eru besta grundarlag fyri at vita, hvussu støðan er, sí hesa lítlu yrking:

Men ofta er tað hent at umskapa veruleikan til tøl. Eg vil hevda, at hetta kann vera serliga hent í smáum samfeløgum sum tí føroyska. Hetta er kanska øvugt av vanligari hugsan. Sjálvandi má tað eisini teljast í stórum samfeløgum fyri at fáa eitt yvirlit yvir støðuna. Í greinini endurgevi eg ein hittinorðaðan havnamann, sum fyri nøkrum árum síðan helt fyri, at “vit vita ikki hvussu nógvir teir heimleysir eru, men vit vita, hvat allir eita”. Kortini mátti talfesting til fyri at gera nakað munagott fyri hesum bólki.

Kjarnin er, at í smáum samfeløgum, har nógv halda seg kenna og vita alt um øll, kann tað vera serliga umráðandi at umseta vitan til tøl. Tað er so lætt at persóngera almennar trupulleikar. Fara vit frá nøvnum og yvir til tøl, er tað lættari at fáa eina frástøðu til egnar fastlæstar meiningar. Tá ber betri til at síggja eitt mynstur í, hvar trupulleikarnir liggja, og hvar avbjóðingarnar eru hjá teimum fólkavaldu og teirra embætisfólkum at skapa ein almannapolitikk, sum kann geva sosialpolitiskar ella heilsupolitiska loysnir.

Fyri at lýsa hvat eg meini, skal eg vísa á eitt dømi frá 1930-unum. Tá var lítið av peningi í Føroyum, samstundis sum fólkatalið vaks, og ein alt størri partur av fólkinum ikki longur var lutur í gamla bóndasamfelganum, har fólk vóru nøkulunda tryggjað mat og klæði á kroppin. Tá var spurvasligt hjá nógvum. Men hvat var almenna myndin av føroyingum? Hvat var hugsanin um livimátan hjá føroyingum?

Latið okkum hyggja at hesi myndini, sum varð málað í 1939. Her síggja vit Stauning saman við umboðum frá ymiskum bólkum í danska ríkinum. Verkamaðurin situr við hansara høgru lið, allir lurta eftir boðskapinum: smiðirnir, bóndahjúnini, lærarindan, múrarin – og tann sterki og fríski íslendingurin sum bæði fer til bjarga og fiskar stórar toskar. Grønlendska barnið skilir einki, men Stauning vísir faðirliga umsorg. Hvat við føroyinginum. Púra apatiskur! Og meðan øll hini eru arbeiðsklødd, stendur hann stívpyntaður í føroyskum klæðum við silvurknappum. Var gamli eitt gott umboð fyri føroysku tjóðina?

Lat okkum hyggja at fólkateljingini í 1935:

Vit síggja, at ein stórur partur av fólkinum enn gekk í barnaskúla, triði hvør f øroyingur var 0-14 ára gamal. 44 % av fólkinum var 19 ár ella yngri. Minni enn 5 % vóru í tí bólkinum, sum maðurin á myndini umboðar, t.v.s. menn sum vóru 60 ár ella eldri; og tað mundu vera fáir av hesum monnum, sum gingu so væl klæddir gerandisdagar.

Henda myndin, sum varð málað í Danmark, er helst ikki bara eitt dømi um manglandi áhuga í Danmark fyri livikorunum hjá meiniga manninum í Føroyum. Tað er helst eisini ein spegilsmynd av tí mynd, sum føroyingar sjálvir hava givið dønum. Allarhelst hava eisini føroyskir politikarar og embætisfólk, og føroyskir fjølmiðlar og mentamenn, verið nokkso blindir fyri, hvussu t.d. børnini høvdu tað. Amtslæknin var órógvaður um tann høga smábarnadeyðan; hin vegin royndi hann at ugga, hetta mundi fara at laga seg, bara tíðirnar batnaðu. Tann føroyski diskursurin var bundin av uppfatanini av tí góðu føroysku mammuni og tí samhuga sum var millum skyldfólk og bygdafólk. Tann kunnskapur sum var um fólkavøksturin í Føroyum, og tey tiltøk sum tí áttu at verið sett í verk í niðurgangstíðum, varð ikki tikin í brúk. Kanska teir ikki dugdu at lesa talvur?

Hvussu er støðan í dag? Hava myndugleikarnir áhuga fyri at fáa kunnskap um, hvussu samfelagið kann verða betri fyri allar føroyingar – um eingin verður forfordeildur? Slíkur kunnskapur krevur politiska handling, og offur frá teimum, sum eru væl fyri.
Almenn tiltøk hava ein prís, tey mugu fíggjast. Vinningurin er, at Føroyar kunnu verða eitt fjálgari og hugnaligari land, har tað ikki er neyðugt at stúra fyri, um hjálp er at fáa, tá tað er neyðugt.