»Varandi friður um allan heim kann bara fáast í lag, um hann er bygdur á sosialt rættvísi«

– ILO grundlógin, 1919

Føroyar eru limir í altjóða arbeiðsstovninum ILO (International Labour Organization), ið er stovnur undir ST. ILO er einasti altjóða stovnur, sum er samansettur av limalondum, fakfeløgum og arbeiðsgevarum.
ILO var stovnað í kjalarvørinum av fyrsta heimsbardaga í 1919, sum partur av Verseilles sáttmálanum. Høvuðsendamálið hjá ILO var arbeiðaravernd, og at betra sosialu korini hjá arbeiðsfólki.

Arbeiðsmarknaðurin var ikki serliga væl skipaður um hetta mundi, og nógvastaðni vóru korini hjá arbeiðsfólki at meta sum træladómur. Vandamikil arbeiðspláss, kúgan av arbeiðsfólki, ójøvn løn og barnaarbeiði vóru meir reglan enn undantaki. Undir slíkum korum var mett, at kríggj lættari kundi uppstanda, tí gjørdist ein aðalsetningur hjá ILO frá byrjan sosialt rættvísi.

Í ringu tíðunum í 1944 har allur heimurin aftur var í kríggj, avgjørdu ILO limirnir Filadelfia yvirlýsingina, sum staðfestur, mannarættindi og búskaparlig rættindi, herundir, at arbeiði er ikki ein vøra. Harumframt leggur yvirlýsingin dent á, at »fátækradømi nakrastaðni hóttir framburð allastaðni!«

Í dag eru okkurt um 200 altjóða ILO sáttmálar. Føroya Løgting hevur staðfest ein ILO sáttmála, men umleið 30 aðrir ILO-sáttmálar eru í gildi í Føroyum, tí Danmark hevur ikki tikið umveldisfyrivarni.

ILO, ið fekk virðisløn Nobels í 1969 og hevur høvuðsstøð í Geneve.

  • ILO hevur høvuðsstøð í Geneve, og fekk friðarheiðursløn Nobels í 1969.
  • ILO hevur í sínum virkna stríði fyri arbeiðararættindum verið við til at menna fólkaræði í londum sum Kili, Polen og Suðurafrika.
  • ILO er einasti altjóða felagsskapur har limirnir eru lond, fakfeløg og arbeiðsgevarar.
  • Eitt av aðalmálunum hjá ILO er at steðga barnaarbeiði um allan heim.
  • Føroyar eru listaðar í ILO-limalistanum sum »other countries and territories«
  • ILO finst á www.ilo.org
  • ILO hevur 185 altjóða sáttmálar
  • ILO-sáttmálarnir snúgva seg um arbeiðsmarkaðin, útbúgvingar og sosial kor
  • Danmark hevur sett allar kjarnusáttmálarnar hjá ILO í gildi, so sum at bannað tvagsarbeiði, um fakfelagsfrælsi, bann ímóti mismuni og ringasta slag av barnaarbeiði.
  • Í Føroyum er ein ILO-sáttmáli staðfestur í løgtinginum, men uml. 30 aðrir ILO-sáttmálar eru galdandi í Føroyum, tí Danmark hevur ikki tikið umveldisfyrivarni.
  • Við jøvnum millumbili skulu frágreiðingar gerast til ILO um, hvussu gongst at yvirhalda sáttmálarnar