Feløgini í Samtak vilja virka fyri, at arbeiðsmarknaðurin er so rúmligur sum gjørligt. Tað eru fleiri avbjóðingar sum liggja handan hugtakið rúmligi arbeiðsmarknaðurin, og hevur Samtak saman við Vinnuhúsinum, Ráðnum fyri breðka umframt umboði fyri almannaráðið manna ein bólk, ið skal virka fyri at sjónliggera hesa avbjóðing.

Protokollat um rúmliga arbeiðsmarknaðin

Í sambandi við sáttmálasamráðingarnar 2007 millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag vóru partarnir samdir um hetta protokollat um rúmliga arbeiðsmarknaðin.

Sum útgangsstøði eru partarnir samdir um, at yvirskipaða sosiala ábyrgdin liggur hjá landstýri og løgtingi. Samstundis er tilknýti hjá einstaka borgarinum til arbeiðsmarknaðin av stórum týdningi sosialt og sálarfrøðiliga.

Partarnir meta, at í einum vælskipaðum samfelag eiga allir arbeiðsførir borgarar at hava møguleika at átaka sær arbeiðsuppgávur, sum liggja innan fyri teirra førleikakarm. Tí hevur tað týdning, at so nógvir borgarar sum gjørligt koma á og vera verandi á arbeiðsmarknaðinum.

Arbeiðsmarknaðurin má vera liðiligur, soleiðis at so nógv sum gjørligt fáa arbeiði í boði gjøgnum alt arbeiðslívið uttan mun til førleika.

Partarnir eru samdir um at fremja starvssetanir av fólki við skerdum førleika. Hetta kann m.a. gerast so at hesir starvsfólkabólkar fáa serliga tillagaðar setanartreytir. Við støði í vanligu ásetingunum í sáttmálanum eigur sostatt at bera til at lata arbeiði verða gjørt undir serligum treytum.