Stoffalág 17 · Postsmoga 56 · 110 Tórshavn · tel 312101 · faks +298 315374 · fafelag@fafelag.fo
Skrivstovan er opin: mán-mik kl. 8.30-16.00. Hós frá kl. 8.30-18.00 og frí kl. 8.30-12.30
Føroya Arbeiðarafelag var stovnað 18. desember í 1925 av lokalum arbeiðara- og fiskimannafeløgum. Fyrsta Arbeiðarafelagið var stovnað nøkur ár frammanundan á Tvøroyri. Í grein1 í uppskoti til lóg FA stóð:
»Felagsins navn er Føroya Arbeiðarafelag. Í felagnum standa tey arbeiðsmannafelag og fiskimannafeløg og aðrar arbeiðaraorganisatiónir, sum á løgligan hátt eru upptiknar og rinda hitt ásetta limagjaldið.«
Vegna ymisk áhugamál, gjørdist FA ongantíð landsfelagið hjá øllum fakfeløgum í Føroyum. FA varð felagið hjá ófaklærdum á landi. FA var nýtt til at føra kollektivar sáttmálasamráðingar við lokalar arbeiðsgevararnar. 18 ár eftir stovnanina av FA var Føroya Arbeiðsgevarafelag stovnað, og síðani hava FA og FAG samrátst um sáttmála á privata arbeiðsmarknaðinum.
Tað var ikki altíð lætt at stovna arbeiðarafeløg. Andstøðan var mangan hørð bæði frá arbeiðsgevarum og arbeiðarum. Nógv dømi eru um, at arbeiðsfólk, ið gingu á odda at stovna arbeiðarafeløg, mistu arbeiði. Summastaðni noyddust fakfelagsfólk enntá at rýma úr heimstaðnum. Í dag verður tað av nógvum sæð sum ein sjálvfylgja, at verða limur í fakfelag. Kortini eru enn arbeiðsgevarar, sum nokta arbeiðsfólki at verða limur í fakfelagi, hóast hetta er ein mannarættur, sum er staðfestur við lóg.
Stjórnin í Føroya Arbeiðarafelag:
Georg F. Hansen, form
Elin Sørensen, næstforkv Jógvan Páll Johansen Sunrid Vang Suni Mortensen Amy Jacobsen Maud Túgvustein
|
Miðvágur
Tórshavn Haldórsvík Froðba Hov Sørvágur Fuglafjørður
|
212419
512101 226404 228720 283698 532352 228438
|
Miðskeiðis í 1800 tóku verkafólk seg saman í fakfeløg í Evropa. Arbeiðsumstøðurnar vóru um hetta mundi út av lagi vánaligar.
Fyrsta fakfelag í Føroyum var Færøernes Skipperforening, sum var stovna 1896. Fyrsta arbeiðarafelag var Enigheden (seinni Fylking) á Tvøroyri, sum var stovnað 1915.
Føroya Arbeiðarafelag var stovnað í 1925. Fyrsti formaður var Maurentius Viðstein.
Hóast arbeiðararørslan gjøgnum árini hevur haft ávíst tilknýti til flokkarnar á vinstraveinginum, er FA í dag óheft av øllum politiskum flokkum.
Tað er 35 limafeløg við uml. 5000 limum í FA.
Pensjónin hjá FA er 10%, sum arbeiðsgevarin skal gjalda afturat lønini og tryggingar eru 1,5%. Tá ið limir pensjonerast fáa tey útgoldið 85.000 kr. í lokaupphædd umframt pensjón tey hava uppspart sær. (Ávísar treytir skulu lúkast fyri at fáa lokaupphæddina)
Í dag er tað ein sjálvfylgja, at kynini bæði fáa eins løn, men so hevur ikki altíð verið. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir lønarmenning í Føroyum frá 1960 til dagin í dag sambært sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Sum tað sæst á yvirlitinum, so er fram til 1981 munur á tímalønini hjá kvinnum og monnum. Føroyar eru eitt av fáu londunum, har tímalønarmunurin millum kvinnur og menn er avtikin í sáttmálasamráðingunum. Í flestu londum rundan um okkum var neyðugt at avtaka hetta við lóg.
Síðani 1980 hevur tímalønin hjá kvinnum og monnum verið hin sama. Hetta merkir kortini ikki, at lønarmunurin millum kvinnur og menn er burtur.
Um hugt verður at hagtølum sæst, at stórur munur er á tí sum kvinnur og menn forvinna. Orsøkirnar til tess kunna vera so mangar, men í Føroyum er ongin vísundalig kanning gjørd, sum greiðir frá, hví menn forvinna upp til helvtina so nógv sum kvinnur.
Fram til 1990 var ein lóg um prísviðbøtur í gildi, hetta vil siga, at hækkaði prístalið omanfyri eitt ávíst, so hækkaði lønin eisini. Sum tað sæst á yvirlitinum niðanfyri, so eru tað fleiri ár, har lønin hækkar upp í fýra ferðir.
Síðani 1990 er lønin einans hækkað samsvarandi sáttmálahækkingum.
Menn | Kvinnur | ||||||
1960 | |||||||
1. okt. | 4,30 | 2,67 | |||||
1961 | |||||||
1. jan. | 4,26 | 2,64 | |||||
1. apr. | 4,29 | 2,66 | |||||
1. juni | 4,56 | 3,07 | |||||
1. juli | 4,63 | 3,12 | |||||
1. okt. | 4,72 | 3,19 | |||||
1962 | |||||||
1. jan. | 4,70 | 3,17 | |||||
1. mai | 4,75 | 3,17 | |||||
1. juli | 4,88 | 3,26 | |||||
1. okt. | 4,91 | 3,29 | |||||
1963 | |||||||
1. jan | 4,90 | 3,28 | |||||
1. apr. | 5,02 | 3,37 | |||||
1. juli | 5,12 | 3,44 | |||||
1. okt. | 5,09 | 3,41 | |||||
1964 | |||||||
1. jan. | 5,16 | 3,47 | |||||
1. apr. | 5,37 | 3,60 | |||||
1. juli | 5,40 | 3,63 | |||||
1. okt. | 5,43 | 3,65 | |||||
1965 | |||||||
1. jan. | 5,44 | 3,66 | |||||
1. apr. | 5,85 | 4,24 | |||||
1. mai | 6,85 | 4,79 | |||||
1. juli | 7,00 | 4,91 | |||||
1. okt. | 7,12 | 5,00 | |||||
1966 | |||||||
1. apr. | 7,35 | 5,16 | |||||
1. juli | 7,39 | 5,21 | |||||
1. okt. | 7,44 | 5,23 | |||||
1967 | |||||||
1. jan. | 7,42 | 5,21 | |||||
1. apr. | 7,51 | 5,28 | |||||
1. mai | 7,91 | 5,57 | |||||
1. juli | 7,95 | 5,61 | |||||
1. okt. | 8,05 | 5,68 | |||||
1968 | |||||||
1. jan. | 8,07 | 5,70 | |||||
1. apr. | 8,11 | 5,73 | |||||
1. mai | 8,31 | 5,87 | |||||
1. juli | 8,46 | 5,99 | |||||
1. okt. | 8,51 | 6,03 | |||||
1969 | |||||||
1. apr. | 8,77 | 6,23 | |||||
1. mai | 9,07 | 6,58 | |||||
1. juli | 9,17 | 6,65 | |||||
1. okt. | 9,28 | 6,74 | |||||
1970 | |||||||
1. jan. | 9,30 | 6,76 | |||||
1. apr. | 9.51 | 6,97 | |||||
1. mai | 9,71 | 8,30 | |||||
1. juli | 10,22 | 8,76 | |||||
1971 | |||||||
1. jan. | 10,28 | 8,82 | |||||
1. apr. | 10,44 | 8,98 | |||||
1. mai | 11,81 | 10,03 | |||||
1. juli | 12,02 | 10,24 | |||||
1. okt. | 12,28 | 10,50 | |||||
1972 | |||||||
1. jan. | 12,39 | 10,61 | |||||
1. apr. | 12,49 | 10,71 | |||||
1. mai | 13,14 | 11,26 | |||||
1. juli | 13,33 | 11,45 | |||||
1. okt. | 13,55 | 11,67 | |||||
1973 | |||||||
1. jan. | 13,65 | 11,77 | |||||
1. apr. | 13,93 | 12,05 | |||||
1. mai | 15,08 | 13,20 | |||||
1. juli | 15,27 | 13,39 | |||||
1. okt. | 15,60 | 13,72 | |||||
1974 | |||||||
1. jan. | 15,84 | 13,96 | |||||
1. apr. | 16,44 | 14,56 | |||||
1. mai | 17,19 | 15,31 | |||||
1. juli | 17,71 | 15,83 | |||||
1. okt. | 17,97 | 16,09 | |||||
1975 | |||||||
1. jan. | 19,46 | 17,58 | |||||
1. apr. | 19,57 | 17,69 | |||||
1. mai | 20,72 | 18,84 | |||||
1. juli | 20,77 | 18,89 | |||||
1976 | |||||||
1. apr. | 21,37 | 19,49 | |||||
1. mai | 22,37 | 20,49 | |||||
1. juli | 22,97 | 21,09 | |||||
1977 | |||||||
1. jan. | 23,57 | 21,69 | |||||
1. mai | 25,87 | 24,59 | |||||
1. juli | 26,47 | 25,19 | |||||
1. okt. | 27,07 | 25,79 | |||||
1978 | |||||||
1. apr. | 27,67 | 26,39 | |||||
1. mai | 29,67 | 28,39 | |||||
1. juli | 30,27 | 28,99 | |||||
1. okt. | 30,63 | 29,33 | |||||
1979 | |||||||
1. apr. | 32,22 | 30,90 | |||||
1. mai | 33,62 | 32,90 | |||||
1. juli | 34,22 | 33,50 | |||||
1. okt. | 36,48 | 35,73 | |||||
1980 | |||||||
1. jan. | 37,99 | 37,24 | |||||
1. apr. | 39,15 | 38,40 | |||||
1. mai | 41,30 | 40,55 | |||||
1. juli | 42,50 | 41,75 | |||||
1. okt. | 43,10 | 42,35 | |||||
1981 | |||||||
1. jan. | 43,70 | 42,95 | |||||
1. apr. | 44,30 | 43,55 | |||||
Bæði kynini fáa eins løn frá 1. mai 1981 | |||||||
1. mai | 45,55 | ||||||
1. juli | 46,75 | ||||||
1. okt. | 47,95 | ||||||
1982 | |||||||
1. apr. | 48,55 | ||||||
1. mai | 49,76 | ||||||
1. juli | 50,36 | ||||||
1. okt. | 51,56 | ||||||
1983 | |||||||
1. jan. | 52,16 | ||||||
1. mai | 54,19 | ||||||
1. okt. | 54,79 | ||||||
1984 | |||||||
1. apr. | 55,39 | ||||||
1. mai | 57,24 | ||||||
1. juli | 57,84 | ||||||
1. okt. | 58,44 | ||||||
1985 | |||||||
1. mai | 60,54 | ||||||
1. juli | 61,15 | ||||||
1986 | |||||||
1. mai | 62,66 | ||||||
1. juli | 62,05 | ||||||
1987 | |||||||
1. mai | 64,77 | ||||||
1. juli | 65,98 | ||||||
1988 | |||||||
1. jan. | 65,37 | ||||||
1. mai | 68,15 | ||||||
1. juli | 68,75 | ||||||
1. okt. | 69,36 | ||||||
1989 | |||||||
1. apr. | 69,96 | ||||||
1. mai | 71,98 | ||||||
1. juli | 72,59 | ||||||
1. okt. | 73,19 | ||||||
1990 | |||||||
1. mai | 75,21 | ||||||
1991 | |||||||
1. mai | 75,86 | ||||||
1998 | |||||||
1. mai | 76,62 | ||||||
1999 | |||||||
1. mai | 80,17 | ||||||
2000 | |||||||
1. mai | 83,72 | ||||||
2001 | við starvstíð | ||||||
1. mai | 87,96 | 88,46 | |||||
2002 | |||||||
1. mai | 92,20 | 92,70 | |||||
2003 | |||||||
1. mai | 96,50 | 97,50 | |||||
2004 | |||||||
1. mai | 100,80 | 101,80 | |||||
2005 | v/ starvstíð í 3 ár | v/ starvstíð í 5 ár | v/ starvstíð í 7 ár | v/ starvstíð í 9 ár | v/ starvstíð í 11 ár | ||
1. mai | 100,80 | 101,80 | 102,80 | ||||
2006 | |||||||
1. mai | 100,80 | 101,80 | 102,80 | ||||
2007 | |||||||
1. mai | 104,53 | 105,85 | 107,14 | 107,93 | |||
2008 | |||||||
1. mai | 106,85 | 108,19 | 109,52 | 110,32 | |||
2009 | |||||||
1. mai | 109,27 | 110,64 | 112,00 | 112,82 | |||
2010 | |||||||
1. mai | 110,37 | 111,75 | 113,13 | 113,96 | |||
2014 | |||||||
1. mai | 117,84 | 119,31 | 120,79 | 121,67 | 122,55 | ||
2015 | |||||||
1. mai | 120,44 | 121,95 | 123,45 | 124,35 | 125,26 | ||
2016 | |||||||
1. mai | 123,09 | 124,63 | 126,17 | 127,09 | 128,01 | ||
2017 | |||||||
1. mai | 125,69 | 127,26 | 128,83 | 129,77 | 130,72 | 131,66 |