Bryggjubakka 14-16 – Tel 31 87 69 – fo-fisk@post.olivant.fo – fiskimannafelag.fo

Føroya Fiskamannafelag varð stovnað í 1911, og er sostatt tað næstelsta fakfelagið í Føroyum. Símun Pauli úr Kunoy úr Gøtu gjørdist fyrsti formaður og Rasmus Rasmussen gjørdist skrivari í felagnum. Tað sermerkta er, at báðir vóru lærarar.

Símun Pauli úr Kunoy hevði í desember árið fyri hjálpt fiskimonnum úr Gøtu at skriva bræv til fiskimenn úr øllum bygdum í Føroyum um at stovnað eitt felag fyri fiskimenn. Hetta var harðliga tiltrongt, tí fiskimenn vóru sera bundnir at reiðarunum og keypmonnunum. Avtøkan av einahandli, giftibanninu og bátsbandinum hevði givið fólki eina kenslu av frælsi, men hóast formligt frælsi vóru fólk sera bundin at arbeiðsgevara, reiðarum og keypmonnum. Hetta var gróðrarbotnurin undir føroysku fakfelagsrørsluni.

Úrslitið av brævinum frá gøtumonnum í desember 1910 var stovnanin av fiskimannafelagnum. 45 menn úr 24 sóknum møttu á fundi. Tørvurin var á einum felagið at tosa søk fiskimanna og árið eftir í 1912 var fyrsti sáttmálin gjørdur við reiðarafelagið.

Stjórnin í Føroya Fiskimannafelag:

  • Jan Højgaard, Felagsformaður
  • Magnus Pauli Glerfoss, Viðareiði, Norðoya sýsla
  • Mortan Berjastein, Kambsdalur, Eysturoyar sýsla
  • Axel Hansen, Vestmanna, Streymoyar sýsla
  • Andrias Berglíð, Sørvágur, Vága sýsla
  • Tummas Frank Joensen, Skúvoy, Sandoyar sýsla
  • Sámal Poulsen, Sandvík, Suðuroyar sýsla

Minstalønin hjá fiskimonnum er 833 kr. um dagin.

Sjúkraviðbót hjá fiskimonnum er 17.623,20 kr. um mánaðin, tá er frítíðarlønin íroknað.

Fiskimannafelagið, ið var stovnað 1911, er eitt av elstu fakfeløgunum í Føroyum.

Sóknarstýrislimir

Sóknarformenn og tiltaksmenn:

Sumba:
1. Jón Poulsen, Lopra
2. Eli Poulsen
3. Ólavur Jacobsen

Vágur:
1. Gunnleif Gudmundsen
2. Linjohn Kjærbech
3. Ólavur Sigurðsson

Porkeri:
1. Eyðálvur Holm
2. Niels Jensen
3. Mortan Bech

Fámjin:
Johan í Smiðjuni

Froðba:
1. Elvin Borðá
2. Marni Olsen
3. Mannbjørn Joensen

Hvalba
1. Gunnar Olsen
2. Jens Mørk
3. Høgni Müller

Sandvík:
1. Tummas Thomsen
2. Sámal Poulsen
3. Niels Mørk Borgardal

Skúvoy:
1. Tummas Frank Joensen
2. Thomas J. Thomsen
3. Birgir Thomsen

Dalur:
Steintór Djurhuus

Skálavík:
Eyðstein Dalsgaard

Sandur:
1. Hallur Sólsker
2. Sniálvur Røvilsberg

Skopun:
1. Mads K. Winther Olsen
2. Johan Johanneson
3. Sofus W. Olsen

Sandavágur:
1. Jóan Jakku Magnussen
2. Jógvan Magnus Andreasen

Miðvágur:
1. Sólberg Olsen
2. Eyðfinn Johansen
3. Petur Leivur Davidsen

Sørvágur:
1. Petur E. Jacobsen
2. Finn Nielsen
3. Mikkjal Simonsen
4. Pauli Bo Petersen

Hestur:
Óli Joensen

Nólsoy:
Marnar á Skúr

Tórshavn:
1. Hans Vilhelm Danielsen, Millum Gilja 31, Hoyvík
2. Jeffri Justinusen, Krosslíð 3, Tórshavn

Vestmanna:
1. Jákup Thomsen
2. Øssur Christiansen

Kvívík:
1. Jógvan M. Joensen
2. Herluf Muller
3. Bárður Isaksen

Kollafjørður:
1. Heðin Hansen

Hósvík:
1. Hans J. Djurhuus
2. Tom Djurhuus

Hvalvík:
1. Jákup Egholm, Streymnes
2. Tummas Jacobsen

Haldarsvík:
1. Steinbjørn Magnussen, Tjørnuvík
2. Einar Hansen, Langasandur
3. Jonn Hansen, Langasandur

Eiði:
1. Jákup Eli Ejdesgaard
2. Jørmund Ellingsgaard

Sunda sókn:
1. Rógvi Dam, Norðskála
2. Elmar Petersen, Oyri
3. Hilmar Samuelsen, Oyrarbakki

Sjóvar sókn:
1. Jan Højgaard, Strendur
2. Petur Mohr Jacobsen, Strendur
3. Sólfríður Berthelsen, Innan Glyvur

Skála:
1. Casper Vendelbo Christiansen
2. Poul Andrias Hansen
3. Knút Johannesen

Funningur:
Jógvan Johannesen

Gjógv:
Erling Joensen

Runavík:
1. Eyðun Ó. Danielsen, Rituvík
2. Jack Højgaard
3. Sven Hansen, Glyvrar

Nes sókn:
1. Rúni í Hjøllum, Toftir
2. Janus Fossdalsá
3. Henry F. Mohr, Toftir

Gøta:
1. Hargarð Tvørfoss, Norðragøta
2. Hjørleif Hansen, Syðrugøta
3. Hans Nesá, Norðragøta

Leirvík:
1. Randal Nybo
2. Henry á Reynatrøð
3. Rasmus Petur Tróndheim

Fuglafjørður:
1. Mortan Berjastein
2. Alexander Abrahamsen
3. George Berjastein

Oyndarfjørður:

Kalsoy:
Markus í Nornastovu, Mikladalur

Kunoy:
1. Fróði Joensen, Haraldssund
2. Pól Rasmussen
3. William Dam

Klaksvík:
1. Sørin Birgir Sørensen

Norðdepli:
1. Poul Fuglø, Norðdepil
2. Jóannes Sivertsen, Hvannasund
3. Birgir Poulsen, Hvannasund

Viðareiði:
1. Benjamin Matras Absalonsen
2. Svenning Sørensen
3. Jákup Absalonsen

Svínoy:
Petur E. Danielsen

Trygging

Sum limur í Føroya Fiskimannafelag er tú tryggjaður, um illa vil til og tú ella børn tíni gerast hættisliga sjúk.

Føroya Fiskimannafelag hevur tryggjað limir sínar og teirra hjúnaðarfelaga/sambúgva við deyða, umframt at tey sum gerast 67 ár fáa eina lokaupphædd útgoldna, um teir lúka limaskapstreytirnar. Eisini hevur FF sum nakað nýtt eina frítíðartrygging fyri limir sínar.

Tryggingarfaldarin kann síggjast við at trýsta á her

Rættindi

Upplýsing
Ein stórur partur av virkseminum hjá Fiskimannafelagnum er at upplýsa fiskimenn um teirra rættindi, tá teir gerast sjúkir ella koma til skaða. Men her verður gjørdur ein samandráttur av galdandi skipanum:

Tá fiskimaður gerst sjúkur umborð:
Um mynstraður fiskimaður verður sjúkur á túri, og hetta verður váttað av skipara og lækna, eigur viðkomandi rætt til sjúkratrygd. Minstalønin er kr. 15.735,- + frítíðarløn, ella tils. kr. 17.623,20 um mánaðin.

Umsóknarblað fæst frá Lønjavningarstovuni tlf. 35 30 20 ella á www.fisk.fo. Varir sjúkan longri enn 75 dagar, tekur dagpeningaskipanin við fram til 280 dagar, frá tí sjúkan byrjaði. Dagpeningaskipanin gevur kr. 3.956,- um vikuna, men munurin upp til minstuløninia, kr. 16.858,46 verður goldin av Trygdargrunni Føroya Fiskimannafelags tó max. 20%.

Sjúkratrygd
Sambært lóg nr. 30 frá 19. mai 2004 verður veitt fiskimonnum sjúkratrygd:
Veitt verður mynstraðum fiskimonnum sjúkratrygd, um teir fara sjúkir í land, og hetta verður váttað av skipara og lækna.

Sjúkratrygdin er frá 1. mai 2010 kr. 529,78 um dagin umframt frítíðarløn, ella 60% av 8 vanligum tímalønum sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Sjúkratrygdin kann veitast í mesta lagi í 75 samfeldar dagar og í mestalagi 180 dagar í einum álmanakkaári.
Innlatingarfreistin er 60 dagar og freistin fyri fyrsta læknaviðtalu er 14 dagar eftir heimkomu.
Umsøkjarin hevur sjálvur ábyrgdina av, at tíðarfreistirnar verða hildnar.

Tá sjómaður gerst sjúkur umborð
Manning á farmaskipi, sum gerst sjúk í tænastu, eigur løn í tríggjar mánaðar og í fýra mánaðar, um hann hevur 5 ára starvstíð. Somu reglur eru galdandi fyri barnsburð.

Tá fiskimaður gerst sjúkur heima
Tá fiskimaður gerst sjúkur heima, kemur hann undir dagpeningaskipanina, um hann kann fáa váttan um inntøkutap. Frá dagpeningaskipanini fæst dagpeningur í upp til 40 vikur í einum 12 mánaðarskeiði. Nú verður goldið frá 1. degi.

Hægsta upphæddin er kr. 3.956.- (íroknað frítíðarløn) um vikuna, men munurin upp til minstuløn verður goldin av Trygdargrunni FFs, tó mest 20%. Serliga fyri dagpeningaskipanina er umráðandi at søkja skjótast gjørligt. Her er tó gjørd tann broyting í 2001, at freistin, sum var 12 dagar, er sett til 30 dagar. Ein nýggj skipan er eisini, at dagpeningur verður goldin til tey, hvørs børn ella hjúnafelagi gerast álvarsliga sjúk, um tað av lækna verður mett neyðugt, at persónurin er um tann sjúka.

Við sjúku longri enn 280 dagar
Hjá teimum, sum eru sjúk longri enn 280 dagar, eru møguleikarnir forsorgarskipanin, avlamispensjón ella framskundað fólkapensjón. Her eiga fólk at venda sær til Almannastovuna og hennara deildir.