Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag var stovnað 2. Jan 1923 – og er sostatt eitt av elstu arbeiðsmannafeløgum í landinum.

Í lógum felagsins stendur, at endamál felagsins er:

  • Á heimligum grundarlagi at nøra um og menna arbeiðararørsluna
  • At fylkja allan arbeiðarastættin í Klaksvík og grannabygdunum til í samtaki at bøta um kor teirra
  • At læra tann einstaka arbeiðaran at kenna tað sum sína skyldu móti sær og heildini, at verða trygdarlimur felagsins,
  • Í kjaki, røðu og ítrótti o.t. at menna arbeiðaran andliga, serstakliga í samfelagskunnleika
  • At fara varliga um pening og aðrar ognir felagsins, so at felagið kann stimbrast ár undan ári, at vera hygnir, so at peningur felagsins ikki verður nýttur til annað endamál enn felagnum til gagn og besta.

Nevndin í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag:

  • Arthur Guðjónsson, formaður og skrivari
  • Dia Reyðberg, næstformaður og nevndarlimur
  • Theodor A. Olsen, nevndarlimur
  • Absalon Hansen, nevndarlimur

Felagið hevur, sum einasta fakfelagið í landinum løngjaldsstovu, sum er opin týs, mik og hósdag kl. 10-16.00. Fríggjadag kl. 10-12.00. Stongt er millum 12 og 13.