Tað eru fleiri orsøkir og endamál við Samtak. Fakfeløg í Føroyum ætla sær í størri mun at seta dagsskránna í arbeiðsmarknaðarmálum. Portalurin samtak.fo er eitt av høvuðsamboðunum í hesum.

Samtak vendir sær fyrst og fremst til limirnar, men eisini almenningin sum heild, og virkar fyri, at umstøðurnar hjá limum í fakfeløgum fáa størri rúmd í almenna rúminum.

Samtak er kunningaramboð, har fólk eitt nú kunna leita sær vitan um sáttmálar, rættindi sum heild, um lógir og um ymisk evni, ið eru tengd at arbeiðslívinum.

Samtak setur t.d. sjóneykuna á ALS, javnstøðu, lutfalsligt fátækradømi, arbeiðsmarknaðarlógir og trygd á arbeiðsplássum á landi og sjógvi o.s.fr.

Í løtuni mynda Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Samtak, men ætlanin er at fáa fleiri fakfeløg við í samstarvi.

Samtak stuðlar undir verandi virksemi hjá fakfeløgunum og virkar í høvuðsheitum á yvirskipaðum stigi.

Feløgini í Samtak hava tilsamans knapt 6000 limir.

Samtak ber fram tíðindi og sjónarmið, og varpar ljós á serlig evni, sum eru viðkomandi fyri limirnar.