Orsøkir til Samtak
- Tað er tørvur á kunning til limirnar um sáttmálarnar og rættindi sum heild
- Tað er tørvur at varpa ljós á ymisk viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum úr sjónarhorninum hjá løntakarunum
- Fakfeløg í Føroyum skulu seta dagsskránna í arbeiðsmarknaðar viðurskiftum
- Tørvur er á øktum samstarvi millum fakfeløgini
- Fakfeløg hava hvør í sínum lagi ov lítla orku at taka upp evni og viðgera tey út í æsir
Hvat er Samtak?
- Samtak er samstarv millum fakfeløg í Føroyum. Higartil eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag við í samstarvinum, men fleiri feløg væntast við seinni.
- Samstarvið millum feløgini verður gjørt sjónligt í einum livandi arbeiðsmarknaðar portali
Ætlanin við Samtak?
- Samtak skal kunna limirnar um rættindi teirra og arbeiðsmarknaðar viðurskifti sum heild
- Samtak skal økja tilvitskuna um arbeiðsmarknaðin úr sjónarhorni løntakaranna
- Viðurskifti hjá limunum í Samtak skulu hava størri rúmd í almenna rúminum
- Samtak skal hjálpa fakfeløgunum at betra um korini hjá limum sínum
- Samtak portalurin verður eitt kunningar amboð fyri limir, fjølmiðlar og almenningin yvirhøvur
- Samtak fer hvørja viku at bera tíðindi og sjónarmið frá fakfeløgunum
- Samtak skal taka viðkomandi evni upp og lýsa tey út í æsir
- Samtak fer at fylgja væl við í tí sum fyriferst í almenna rúminum
- Samtak fer at gera tilmæli til politiska landslagi um ymiskar lógir, ið eru viðkomandi fyri limirnar
- Samtak miðjar ímóti at fáa formligt samstarv við politiska landslagið og arbeiðsgevararnar/reiðararnar