Í dag verður Arbeiðsloysisskipanin sæð sum ein sjálvfylgja, men tá ið skipanin varð stovnað í 1992, var spurningurin um hon kláraði stóra trýstið.

Hetta var í ringastu tíð, og eitt skifti var nærum fjórði hvør føroyingur arbeiðsleysur. Støðan gjørdist enntá so ring, at løgmaður í ólavsøkurøðuni í 1993 heitti á fólk um at flyta av landinum fyri at fáa sær arbeiði.

Hóast neyð og armóð og stórt undirskot í ALS hóraði skipanin undan, og er ognin í ALS í dag fleiri hundrað milliónir krónur. Arbeiðsloysisskipanin hevur prógvað sítt virði, og  er útgjaldið í dag 75% av tíni løn, tó í mesta lagi 17.500 kr um mánaðin. Fiskavirkisskipanini hevur seinastu árini verið tillagað og betra, umframt at sjófólk, ið ikki hava arbeiði av tí at skipið er til umvælingar fáa nú eisni úr ALS, um skipið hevur verið meir enn 1 mánaða á beding.

Gjaldið til ALS er 1,25% og útgjaldið er upp til 17.500 kr. um mánaðin

Tey nógvu ivamál, ið vóru um ALS og hvør átti ALS eru loyst í nýggju Als-lógini. Samtak er ikki í iva um, at tað er partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum eiga ALS. Tað er arbeiðsmarknaðurin, sum rindar fyri ALS, tí eigur ALS, eins og aðrir arbeiðsmarknaðargrunnar, verið lagdur út á arbeiðsmarknaðin at umsita. Sjálvsagt skal tað verða stýrið, sum ásetur inngjald og útgjald.

Hóast arbeiðsloysisskipanin er góð, so eru nøkur fá viðurskifti, ið ikki eru nóg góð. Eitt nú eru Føroyar í dag eitt arbeiðsøki, t.v.s. at ein persónur kann verða biðin um at fara til arbeiðis í Sumba ella Sandi hóast viðkomandi býr á Syðradali, og sostatt ikki hevur møguleika at ferðast millum arbeiði og heimi.

Samtak mælir til:

  • At Føroyar verða býttar í 3 – 4 arbeiðsøki
  • At pensjónsgjald verður lagt omaná ALS útgjaldið
  • At ALS verður partur av einum arbeiðsmarknaðardepli

Dagatal

Arbeiðsloysisstuðul kann í mesta lagi verða útgoldin í 648 dagar í einum 4 ára skeiði. (Eitt ár er 253 útgjaldsdagar). Síðani steðgar útgjaldið, og tú hevur ikki rætt til arbeiðsloysisstuðul næstu 24 mánaðirnar.

Eftir at teir 24 mánaðirnir eru farnir, kanst tú koma inn aftur í skipanina – eftir somu treytum, sum tey, ið søkja um arbeiðsloysisstuðul fyrstu ferð.

Vanliga verður arbeiðsloysisstuðul útgoldin annanhvønn týsdag í vikuni eftir ALS-vikuna. Útgjaldið verður flutt á kontu í peningastovnunum.

Er tú framvegis arbeiðsleysur, tá ið tú hevur brúkt allar útgjaldsdagarnar, so ber til at søkja um hjálp frá almannastovuni. Nærri upplýsingar um hetta finnast á www.almannastovan.fo

Arbeiðsloysi og feria

Arbeiðsleys hava, eins og fólk í arbeiði, lógarfestan rætt til feriu við løn. Ferian er tilsamans 5 vikur, og frítíðarárið byrjar 2. mai. Í feriuni fært tú útgjald fráALS sum vanligt, og tær nýtist ikki at vera tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum.

Boða ALS frá tínum ynski um feriu umvegis Sjálvgreiðsluna, í telduposti tilals@als.fo ella brævi. Boðast skal frá í minsta lagi 14 dagar, áðrenn ferian byrjar.

Hevur tú arbeitt í innvinningarárinum, sum er frá 1. apríl til 31. mars, eigur tú frítíðarløn til góðar. Ver varug/ur við, at frítíðarløn, ið verður útgoldin, ímeðan tú ert arbeiðsleys/ur, hevur við sær, at stuðulin verður skerdur.

Fráboðan

Fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul, skal tú senda ALS eina skrivliga fráboðan og hetta gert tú við at fylla út eina umsókn um arbeiðsloysisstuðul.

Hetta kanst tú gera á sjálvgreiðsluni hjá ALS sum tú finnur við at trysta á her.

Eisini ber til at senda ein teldupost á als@als.fo, ella, at senda eitt vanliga bræv, har tú boðar frá, at tú ert tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum frá ávísum degi at rokna.

Velur tú at senda eitt vanligt bræv, skal brævið sendast til:

Arbeiðsloysisskipanina
Tinghúsvegur 14
Postsmoga 3022
110 Tórshavn

Tú kanst sjálvandi eisini fara inn á skrivstovuna hjá ALS á Tinghúsvegnum í Havn við fráboðanini.

Umráðandi er, at tú boða frá sum skjótast. Í eygunum á ALS ert tú nevniliga ikki arbeiðsleys/ur, fyrr enn tú hevur boðað frá skrivliga. Og tí kann tað kosta arbeiðsloysisstuðul, um tú drálar og bíða ov leingi.

Arbeiðsloysið verður staðfest frá tí degi, ALS fær skrivligu fráboðanina. Hetta er treytað av, at tú annars lýkur treytirnar um at fáa arbeiðsloysisstuðul. Gloym ikki, at ALS kann ávísa tær eitt arbeiði, so skjótt tú hevur boðað frá, at tú ert tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum, og hetta kann vera, áðrenn tú hevur fingið stuðul útgoldnan.

Møguligt tilknýti til arbeiðsgevara skal vera lokið, áðrenn tú kanst rokna teg sum arbeiðsleysa/n.

Ein av treytumum fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul er, at tú eftir hvørt útgjaldsskeið váttar arbeiðsloysi í Sjálvgreiðsluni.

Tá tú váttar arbeiðsloysi í Sjálvgreiðsluni, fráboðar tú ALS um støðu tína sum arbeiðsleys/ur seinasta útgjaldsskeiðið, t.e. seinastu 14 dagarnar. Tú boðar frá, at tú ert tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum. Tú sigur frá A-inntøku og arbeiddum tímun, sjúku, farloyvi, frítíðarætlanum – ja, viðurskiftum yvirhøvur, sum kunnu ávirka arbeiðsloysisstuðulin.

Samrøða

Tá tú fært arbeiðsloysisstuðul frá Arbeiðsloysisskipanini, kanst tú fáa boð um at møta til samrøðu á ALS. Tað er týdningarmikið at møta til samrøðuna.

Ferðaútreiðslur í sambandi við samrøðuna verða endurgoldnar sambært prísum hjá almenna flutningssambandinum

Arbeiðsøki

Arbeiðsloysisskipanin krevur, at tú skalt vera tøk/ur til øll arbeiði, sum tú hevur fakligan førleika til, allastaðni í landinum. Ávísir ALS tær eitt arbeiði í Sumba, sum júst krevur tínar førleikar, ja so skalt tú fara til arbeiðis har, sjálvt um tú býrt í Syðradali – ella øvugt.

ALS kann í serligum førum geva undantak frá kravinum um, at tú skalt vera fús/ur at taka av einum og hvørjum arbeiðstilboði. Dømi um slíkt undantak eru trupul bústaðarviðurskifti á arbeiðsstaðnum og vánaligt ferðasamband til arbeiðsstaðið. Eisini kunnu undantøk verða gjørd fyri húski við børnum og fyri stakar uppihaldarar.
Umráðandi er tó, at leggja sær í geyma, at tað er ALS og ikki ein sjálv/ur, sum ger av, nær serligar umstøður gera seg galdandi.

Kravið um, at tú skalt vera tøk/ur hevur t.d. við sær, at um tú hevur børn, sum krevja barnaansing, skalt tú hava eina ansingarloysn til teirra. Viðmerkjast skal, at umboðsmaðurin hevur í úrskurði sagt, at tú ikki kanst koyrast í karantenu um tú noktar at fara til arbeiðis vegna vantandi barnaansingi.

Samtak mælir tí til, at Føroyar verða býttar upp í nøkur arbeiðsøki, soleiðis at eitt nú Suðuroyggin verður eitt arbeiðsøki fyri seg. Tað skal vera gjørligt, at ferðast hvønn dag millum arbeiðsplássi og heimi.

Karantena

Fært tú karantenu missur tú rættin til arbeiðsloysisstuðul í 8 vikur.

Tú fært karantenu um tú:

  •  ert burturvíst/ur frá arbeiðnum vegna tænastubrot
  •  sjálv(ur) hevur sagt teg úr starvi uttan haldgóða grund
  •  noktar at taka av einum arbeiðstilboði frá ALS uttan haldgóða grund

Eisini her mælir Samtak til, at skipanin um karantenu verður endurskoða, og at reglurnar fyri karantenu verða nærri greinaðar. Eitt nú skal “haldgóð grund” hugtakið greinast nærri.

Dømi er um fólk, sum eru koyrd í karantenu, hóast hesi hava grundgevingar fyri ikki at taka av arbeiðstilboði frá ALS.

Løgtingsins umboðsmaður hevur í úrskurði sagt, at fyrilit má vísast familjum við børnum, sum krevja ansing. Hóast hetta, hevur ALS koyrt fólk úr skipanini, sum hava nokta at taka av arbeiðstilboði vegna vantandi barnaansing, og hetta er als ikki nøktandi, metir Samtak.

Útgjald

Sum arbeiðsleysur hevur tú rætt til arbeiðsloysisstuðul. Arbeiðsloysisstuðulin verður roknaður út eftir A-inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn tú gjørdist arbeiðsleys(ur). Hetta er tað, sum á fakmáli verður rópt útrokningargrundarlagið. Mesta útgjaldið er 75% av móttiknu A-inntøkuni tó í mesta lagi 17.500 kr. um mánaðin. Útrokningargrundarlagið broytist ikki, so leingi tú ert inni í skipanini.

Fert tú hinvegin úr ALS og kemur innaftur í skipanina, kann tað ávirka útgjaldið, tí útgjaldið verður sum sagt altíð roknað eftir inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn arbeiðsloysi verður staðfest. Er minni enn eitt ár, síðani tú seinast vart í skipanini, varðveitir tú tó útrokningargrundarlagið frá seinast, um hetta var hægri.

Arbeiðsloysisstuðul kann í mesta lagi verða útgoldin í 648 dagar í einum 4 ára skeiði. (Eitt ár er 253 útgjaldsdagar). Eftir hetta steðgar útgjaldið, og tú hevur ikki rætt til arbeiðsloyisstuðul teir næstu 24 mánaðirnar frá ALS. Eftir hetta kanst tú koma inn aftur í skipanina – eftir somu treytum, sum tey, ið søkja um arbeiðsloysisstuðul fyri fyrstu ferð.

Er tú framvegis arbeiðsleysur, tá ið tú hevur brúkt allar útgjaldsdagarnar, so ber til at søkja um hjálp frá almannastovuni. Nærri upplýsingar um hetta finnast á www.almannastovan.fo

Møguligt er at hava fyrifallandi arbeiði, samstundis sum tú ert í ALS. Tá tú váttar arbeiðsloysi í Sjálvgreiðsluni upplýsir tú arbeiðstímarnar og inntøkuna íroknað frítíðarlønina. Arbeiðsloysisstuðulin verður so skerdur í mun til hetta.

Men so leingi tú fært stuðul frá ALS, hevur tú skyldu at vera tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum. Hetta merkir, at sjálvt um tú hevur eitt fyrifallandi arbeiði, so mást tú altíð vera fús/ur at átaka tær arbeiði, sum ALS vísir á.

Arbeiðstíð

Sambært løgtingslóg frá 1978 er ein vanlig arbeiðsvika 40 tímar. Hetta eru 8 tímar um dagin frá mánadegi til fríggjadag, sum, sambært sáttmála hjá arbeiðarafeløgunum, skulu liggja ímillum kl. 07:00 og 18:00.

Tað mest vanliga er, at arbeiðstíðin byrjar kl. 8:00 og endar kl. 17:00. Har døgverðatímin er ein tími, og skal liggja millum kl. 12.00 og kl. 13.00. Einki verður goldið fyri normal mattíðirnar. Men fellur tattíðin uttanfyri “normaltíðina” skal eyka løn gjaldast. Er døgverðatímun styttur, endar arbeiðsdagurin kl. 16:00. Arbeiðstíðin og mattíðin er avtalað millum arbeiðsgevaran og arbeiðsfólki. Verður døgverðatímin, sum sambært sáttmála liggur millum kl. 12:00 og 13:00, styttur, skal tað fráboðast fakfelagnum, sum skal góðkenna hetta áðrenn tað fær gildi.

Vanliga verður løn útgoldin eina ferð um vikuna í bankan umvegis gjaldstovuna, men sambært lóg um rindan av arbeiðsløn, sum er frá 1936, skal lønin rindast arbeiðsfólkinum í reiðum peningi. Útgjaldingin skal vera í arbeiðstíð á arbeiðsstaðnum. Henda lóg skuldi verið broytt, so hon er í samsvari við, hvussu løn o.a. verður útgoldið í dag.