Her liggja allir sáttmálar hjá feløgunum, sum eru við í Samtak. Umframt sáttmálarnar eru eisini fleiri lógir og kunngerðir, sum skipa føroyska arbeiðsmarknaðin.

Eitt yvirlit yvir flest allar arbeiðsmarknaðarlógir fæst við at kaga inn á heimasíðuna logir.fo

Á føroyska arbeiðsmarknaðinum eru lutfalsliga nógvir sáttmálar í gildi.

Fakfeløg í Føroyum eru nógv í tali, og hesi eru ikki skipað í landsfelagsskap fyri fakfeløg, sum í grannalondunum.

Tað eru rættiliga fáar arbeiðsmarknaðarlógir settar í gildi í Føroyum og fleiri eru gamlar.

Arbeiðsumhvørvi, frítíð við løn og arbeiðsloysisstuðul er skipað við lóg, eins og ymisk onnur viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum.

 

TÍÐINDI: Semja um nýggjan sáttmála (06/05/16)

Arbeiðarafeløgini í Samtak – Føroya Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag – hava undirskrivað tvey ára semju við Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Semjan inniber eina lønarhækking á 5,25 kr. yvir tvey ár og nýggja viðbót fyri starvsaldur, umframt ymiskar aðrar ásetingar og ábøtur í sjálvum sáttmálanum.

Samráðingarnar vóru drúgvar, og báðir partar strektu seg langt fyri at finna eina semju.

”Tað gleðir okkum, at reallønin hjá einum arbeiðara hækkar, og samlað sæð eru vit rímiliga væl nøgd” segði Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, tá semjan var undirskrivað.

Nýggi tvey ára lønarsáttmálin, ið bleiv undirskrivaður 6 maj, gevur samlað sæð eina lønarhækkan á 5,25 kr., nýggja og sera tiltrongda starvsaldursviðbót fyri 11 ára starvsaldur (2017) og greiðari og betri ásetingar um yvirtíðarløn sunnu- og halgidagar.

Nýggji sáttmálin hjá arbeiðarafeløgunum liggur nakað omanfyri aðrar sáttmálar, sum eru gjørdir í 2016, og hetta ger, at munurin millum ein arbeiðara og aðrar lønarbólkar minkar.
Tímalønin verður í 2016: 123,09 kr., í 2017: 125,69 kr.

Ì 2017 fer tímalønin hjá einum arbeiðara sum hevur 11 ára starvsaldur at liggja á kr 131,66.

Nýggji sáttmálin hevur eisini við sær, betri sømdir fyri vaktarfólk á skipum og tey sum eru fyri einum arbeiðsóhappi. Umframt hetta, so er nýggjur sáttmáli eisini gjørdur fyri bussførarar og fyri pelagisku virkini.