Er arbeiðsumhvørvi í lagi skapar hetta trivnað á arbeiðsplássinum, fólk støðast betur og mangan slepst undan títtari og longari sjúkrafráveru hjá arbeiðsfólki. Hetta er m.a við til at spara arbeiðsfólki, arbeiðsplássi og samfelagnum í síni heild, hópin av peningi.

Arbeiðsumhvørvi er bæði fysisku karmarnir á arbeiðsplássinum og sálarliga umhvørvi á staðnum. Bæði eru avgerðandi fyri, um trivnaðurin kann koma í hásæti á einum arbeiðsplássi.

Í Føroyum er ikki eins nógv sjúkrafrávera sum í grannalondunum okkara. Sjúkrafráveran í Føroyum er sum heild lág. Hví so er, vita vit ikki, tí ongin hevur enn granskað í hesum.
Lógin um arbeiðsumhvørvi ásetir krøv til arbeiðsplássini. M.a. skal arbeiðsgevarin tryggja at arbeiðsviðurskiftini bæði eru trygg og heilsugóð. Tað er arbeiðseftirlitið, ið hevur eftirlit við at lógin verður hildin.

Àbendingar eru um, at eftirliti ikki altíð virkar eins væl og ynskiligt var. Samtak mælir tískil til eina uppraðfesting av Arbeiðseftilitinum, soleiðis at eftirliti við at lógin verður hildin í betri mun kann fylgjast.