Fiskavirkisskipanin er skipanin fyri arbeiðsloysi á fiskavirkjum vegna vantandi rávøru ella líknandi umstøður.

Fyri at lúka treytirnar fyri útgjaldi, skal hetta verða títt høvuðsstarv og tú skalt hava arbeitt á fiskavirkinum í 8 vikur á rað. Lesandi, sjálvstøðugt vinnurekandi og frítíðaravloysarar kunna ikki fáa pening úr fiskavirkisskipanini.

Tú kanst í mesta lagi fáa fyri 32 tíma viku, um tú arbeiðir fulla tíð, og arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi
75% av útrokningargrundarlagnum, tó í mesta lagi 17.500 kr. um mánaðin.

Umsóknarblaðið til fiskavirkisskipanina finnur tú her.

Umsóknarbløð til fiskavirkisskipanina fáast á fiskavirkjum, hjá ALS ella á posthúsinum og skulu latast inn sambært fiskavirkiskalendaranum – henda kanst tú fáa saman við umsóknarblaði. Tað er sera týdningarmikið, at virkið váttar, at tú arbeiðir har.

Útrokningargrundarlagið

Arbeiðsloysisstuðulin verður roknaður út eftir lønarinntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn tú fyrstu ferð hevur rætt til útgjald eftir fiskavirkisskipanini. Hetta verður nevnt útrokningargrundarlagið.

Arbeiðsloysisstuðulin er 75% av útrokningargrundarlagnum, tó í mesta lagi 17.500 kr. um mánaðin. Útrokningargrundarlagið broytist ikki meðan tú ert í fiskavirkisskipanini. Hvørja ferð tú verður send/ur heim vegna tíðarbundnan steðg, og tí hevur rætt til arbeiðsloysisstuðul, verður sama útrokningargrundarlag nýtt. Útrokningargrundarlagið verður tó roknað av nýggjum tann 1. januar á hvørjum ári. Nýggja útrokningargrundarlagið kann tó ongantíð verða lægri enn tað fyrsta útrokningargrundarlagið.

Kemur tú harafturímóti í fiskavirkisskipanina eftir at hava verið útmeldað/ur úr skipanini, kann tað ávirka útgjaldið. Hetta hendir, tí at útgjaldið altíð verður roknað út eftir inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn tú fyrstu ferð hevur rætt til útgjald eftir fiskavirkisskipanini.

Er tað minni enn 1 ár síðani tú seinast fekk útgjald frá ALS, tað verið seg eftir fiskavirkisskipanini ella vanligu skipanini, verður seinast nýtta útrokningargrundarlag nýtt, um so er, at tað er hægri enn tað nýggja.

Stuðulin

Sjálvt um útgjaldsskeiðini fevna um tvær vikur, verður stuðulin roknaður hvørja viku sær. Arbeiðsleys á fiskavirkjum fáa arbeiðsloysisstuðul roknaðan eina ferð um vikuna. Tú fært í mesta lagi arbeiðsloysisstuðul í 32 tímar ella 4 arbeiðsdagar um vikuna.

Hevur tú avtalu við fiskavirkið um at arbeiða niðursetta tíð ella tú arbeiðir á einum fiskavirki, sum ikki er fevnt av fiskavirkisskipanini fulla tíð, fært tú arbeiðsloysisstuðul samsvarandi hesum.

Arbeiðir tú t.d. 10 tímar í eina viku, hevur tú rætt til at fáa 22 tímar útgoldnar frá ALS, um tú annars lýkir treytirnar. Tímalønin frá ALS er samsvarandi útrokningargrundarlagnum og broytist ikki, so leingi tú ert hjá sama arbeiðsgevara.

Arbeiðir tú hálva tíð hevur tú í mesta lagi rætt til 16 tímar frá ALS

Er tín inntøka omanfyri eina vanliga vikuløn samsvarandi sáttmálanum millum FA og FAG, verður hetta (tann parturin, sum er omanfyri eina vanliga vikuløn) roknað um til tímar og ALS útgjaldið úr Fiskavirkisskipanini verður skorið samsvarandi.

Vanliga verður stuðulin útgoldin annanhvønn fríggjadag, og útgjaldið verður flutt á kontu í peningastovnunum.

Dagatal

Arbeiðsloysisstuðul kann í mesta lagi verða útgoldin í 648 dagar í einum 3 ára skeiði. Síðani steðgar útgjaldið, og tú hevur ikki rætt til arbeiðsloysisstuðul næstu 24 mánaðirnar.

Eftir at teir 24 mánaðirnir eru farnir, kanst tú koma inn aftur í skipanina – eftir somu treytum, sum tey, ið søkja um arbeiðsloysisstuðul fyrstu ferð.

FV-dagar (tíðarskeið)

Árið er býtt sundur í útgjaldsskeið, og fyri hvørt skeið, tú hevur rætt til útgjald, skalt tú lata inn eitt FV-kort.

Í hvørjum útgjaldsskeiði eru 14 álmanakkadagar og í mesta lagi 8 útgjaldsdagar, 4 í hvørjari viku.

Samtak um Fiskavirkisskipanina

Fiskavirkisskipanin byrjaði, tá ið ALS var sett á stovn í 1992. Skipanin var ein sonn bjarging fyri nógv fólk á flakavirkjum, tí arbeiðið á virkjunum er mangan sera svikaligt. Endamálið við skipanini var og er at tryggja fólki møguleika at arbeiða á fiskavirki við eini rímiligari inntøku og at tryggja, at arbeiðsgevarar fáa fólk.

Fiskavirkisskipanin er tó ikki nóg góð. Bæði í fiskavirkisskipanini og í ALS sum heild, skuldi eisini verið roknað frítíðargjald, pensjón og onnur gjøld, ið ein arbeiðsgevari vanliga rindar sínum arbeiðsfólki.

Skipanin letur einans upp í 32 tímar um vikuna, um tú arbeiðir fulla tíð. Hetta er ikki nóg nógv, endurgjald skuldi verið til 40 tíma arbeiðsviku. Harumframt er tað ikki nøktandi, at útgjaldið er so ymiskt hjá fólki.

Tvey fólk, ið hava staðið lið um lið og arbeitt í áravís kunna fáa sera ymiskt tímaútgjald úr fiskavirkisskipanini, tí grundarlagið hevur verið ymiskt fyrstu ferð hesi fólki fingu úr skipanini. Hjá summum, ið fáa fyrstu ferð úr fiskavirkisskipanini kann útgjaldið einans verða tíggju til trýati krónur um tíman, tí inntøkan seinasta árið hevur verið so vánaligt meðan onnur kunna fáa seksti til sjeyti krónur um tíman.

Samtak mælir til:

  • at arbeiðsfólk undir fiskavirkisskipanini fáa fult endurgjald fyri hvønn tíma – hetta skal ikki verða treytað av einum tilvildarligum útrokningargrundarlagi
  • at arbeiðsfólk fáa upp í 40 tíma viku og ikki 32 sum nú
  • at fiskavirkisskipanin og ALS eisini letur gjald fyri frítíðarløn, pensjón og onnur gjøld, ið arbeiðsgevari vanliga letur

FV-kortið

Øll, sum hava rætt til stuðul sambært fiskavirkisskipanini, skulu lata inn FV-kort, tey skeið, tá ið ein hevur rætt til útgjald frá ALS.
FV-kortið er ein fráboðan til ALS um støðuna sum arbeiðsleys/ur á fiskavirkinum seinasta útgjaldsskeiðið, t.e. seinastu 14 dagarnar.

FV-kortið skal latast inn á fiskavirkinum ella á einum av posthúsunum teir dagar, sum eru ásettir av ALS. Vanliga eru FV-dagarnir mánadag til fríggjadag í vikuni, eftir at skeiðið er lokið. FV-kort eru at fáa á fiskavirkinum, posthúsunum og á skrivstovuni hjá ALS.  Tað er sera umráðandi, at FV-kortið verður latið inn teir dagar, sum ALS hevur ásett. Verður kortið t.d. latið inn ein dag ov tíðliga ella tveir dagar ov seint, so missir tú stuðulin í ávikavist ein og tveir dagar.  Tá ið tú letur FV-kortið inn á fiskavirkinum ella posthúsinum, verður kortið móttøkustemplað, og tú fært eina kvittan. Kvittanin er eisini móttøkustemplað, og hon er tín trygd fyri, at tú hevur latið kortið inn rættstundis.

Um tú ikki longur ert knýtt/ur at fiskavirkinum, og tú gerst arbeiðsleys/ur, er umráðandi, at tú boðar ALS frá sum skjótast.

Um tú ivast, hvussu kortið skal fyllast út, so kanst tú fylgja vegleiðingini her.