At halda frí er ein mannarættur. Sambært frítíðarlógini hava arbeiðsfólk rætt til at hava 5 vikur frí í einum ári. Frítíðin verður vanliga ásett í samráð við arbeiðsgevaran.

Hóast ein arbeiðari hevur verið styttri enn 1 ár hjá einum arbeiðsgevara, hevur viðkomandi kortini rætt til frítíð, men frítíðarlønin verður innvunnin fyri eitt ár í senn. Frítíðarárið er vanliga frá 1. apríl – 31. mars.

Fyri tímalønt verður 12% í frítíðarløn lagt omaná alla løn. Frítíðarlønin verður útgoldið 1. maj. Fastlønt fáa vanliga frítíð við løn og 1,5% í frítíðarískoyti.

Onki frítíðarískoyti verður latið av arbeiðsloysisstuðlinum ella av stuðlinum úr fiskavirkisskipanini, hetta metir Samtak ikki er rætt. ALS stuðulin skal sjálvsagt innihalda øll gjøld, sum ein arbeiðsgevari vanliga rindar.

Frítíðarløn skal rindast

Hevur tú arbeitt skalt tú hava frítíðarløn omaná alla útgoldna løn, óansæð hvussu nógv tú hevur arbeitt. Minst til at krevja at fáa frítíðarløn.

Frítíðarárið er frá apríl til apríl, og verður síðani útgoldin fyrst í máj mánaði. T.v.s. at hevur tú t.d. arbeitt juni 2008 – mars 2009, so verður frítíðarlønin útgoldin fyrst í maj 2009.

Fært tú ikki útgoldið frítíðarlønina, set teg so í samband við fakfelag títt og minst til at gera tað í góðari tíð.

Rætturin til frítíðarlønina kann detta burtur um tú drálar ov nógv, tí er at bera skjótt at, um tí fyrst í maj mánaði ikki hevur fingið frítíðarløn fyri tað tú hevur arbeitt undanfarna ár.