top of page

Á hesi síðuni kanst tú lesa um tíni rættindi umframt at slóðir eru til nærri kunning

pengar.jpg
Tíni rættindi: Citat
Billede af Meg Jerrard

Arbeiðsloysisskipanin

Allir løntakarar eru tryggjaðir við arbeiðsloysi, og gerst tú arbeiðsleysur er møguleiki at fáa stuðul úr ALS, um tú lýkur treytirnar. Stuðul úr ALS fevnir um ymisk sløg av skipanum, sum eru ásettar í lóg og kunngerðum. Til ber at fáa nærri kunning her

Arbeiðsóhapp og varandi mein

Sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini ber til at fáa skaðaviðbót og endurgjald fyri mist vinnuføri um arbeiðsskaði hevur við sær varadi mein og/ella mist vinnuføri. Skaðabótin fyri varandi mein verður útgoldin í einum, og tá skal meinstigið vera minst 5%. Endurgjald fyri mist vinnuføri verður vanliga veitt sum árlig veiting. Har skal mista vinnuføri vera í minsta lagi 15%. Til ber at kunna seg nærri her

Arbeiðsumhvørvi

Er arbeiðsumhvørvi í lagi skapar hetta trivnað á arbeiðsplássinum. Øll hava rætt til eitt gott og heilsutrygt arbeiðsumhvørvi. Arbeiðsumhvørvi er fysisku karmarnir á arbeiðsplássinum og sálarliga umhvørvi á staðnum. Á arbeiðsplássum omanfyri eina ávísa stødd skulu trygdarumboð og ein møgulig trygdarbólkur veljast. Lógin um arbeiðsumhvørvi ásetir krøv og rættindi hjá arbeiðsfólki. Til ber at lesa nærri her

Álitisfólk

Hvørt arbeiðspláss omanfyri ávísa stødd hevur rætt at velja sær álitisfólk. Álitisfólkið er partur av álitismannaskipan, og hevur serliga verju mótvegis uppsøgn.

Feløgini í Samtak miða eftir, at øll álitisfólk skulu ígjøgnum eina útbúgving fyri álitisfólk og nevndarlimir.

Feløgini í Samtak hava øll hvør sína skipan fyri álitisfólki. Álitismannaskipanina hjá Føroya Arbeiðarafelag finnur tú her

Barsil

Fært tú eitt barn, hevur tú rætt til at vera heima hjá barninum í 52 vikur. Harav eru 4 til pápan/sammóður, 14 til mammuna, og 34 eru til býtis. Er man stakur eigur mamman allar vikurnar. Er talan um fleirburar ella ættleiðing, vaksa vikurnar við barsilspeningi upp í 56, og eigur man áðrenn viku 32, verða tær 60. Til ber at fáa upp í 25.000 kr um mánaðin í barsilspeningi umframt eftirløn. Gjaldið til barsilsskipanina er 0,86%. Sí nærri kunning her

Eftirløn

Arbeiðsfólk í arbeiðarafeløgunum í Samtak hava 11% í eftirløn, sum verður úgoldin saman við lønini. Uppsparda eftirlønin verður útgoldin, tá ið løntakari nær pensjónsaldur. Útgjaldið er ásett í mun til, hvussu nógv er spart upp. Ert tú við fiskiskipi er eftirlønin frá reiðara 50 kr um dagin umframt at tú sjálvur rindar 4% av inntøkuni í eftirlønargjaldi. Sambært lóg skulu allir løntakarar hava í minsta lagi 7% í eftirløn í 2021, hetta veksur við 1% um árið til 12% í 2026, sum er lógarásetta minstaupphæddin. Flest allir sáttmálar eru omanfyri lógarkravið. Sí nærri her

Eftirsitiløn

Fyri fólk,sum starvast eftir sáttmála hjá arbeiðarafelagnum er skipanin við eftirsitiløn í gildi. Um illa vil til, og eitt arbeiðsfólk doyr eiga eftirsitandi hjúnafelagi/sambúgvi ella børn undir 18 ár rætt til eftirsitiløn í tí mánaðinum viðkomandi fellur frá umframt 3 mánaðir fram, um viðkomandi hevur verið í starvi hjá arbeiðsgevara í minsta lagi 1 ár hjá arbeiðsgevaranum. Sí sáttmálan fyri nærri kunning um útrokning av eftirsitilønini.

Fiskavirkisskipanin

Fiskavirkisskipanin er skipanin fyri arbeiðsloysi á fiskavirkjum vegna vantandi rávøru ella líknandi umstøður. Fyri at lúka treytirnar fyri útgjaldi, skal hetta verða títt høvuðsstarv og tú skalt hava arbeitt á fiskavirkinum í 8 vikur á rað. Lesandi, sjálvstøðugt vinnurekandi og frítíðaravloysarar kunna ikki fáa pening úr fiskavirkisskipanini. Stuðulin í fiskavirkisskipanini verður roknaður út eftir inntøkuni seinasta árið og verður roknað av nýggjum hvørt ár. Stuðulin er 75% av trokningargrundarlagnum, og tú hevur rætt til 32 t viku úr FVS. Sí nærri her

Frítíð og frítíðarløn

Sum løntakari, hevur tú lógartryggjað krav upp á frítíðarløn av allari løn, sum tú fært. Frítíðarlønin er antin 12% omaná lønina, og so heldur tú frí uttan løn ella er tað eitt frítíðarískoyti á 1,5% omaná lønina, og so hevur tú rætt til frí við løn, men hetta seinna er bert galdandi fyri fastlønt. Øll hava rætt til fimm vikurs summarfrítíð, sum skal haldast í tíðarskeiðnum 1. mai – 1. oktober, og tú hevur rætt til fýra vikurs samanhangandi frítíð.

Fyritíðarpensjón

Nógvir løntakarar koma so fyri, at til ber ikki at vera á arbeiðsmarknaðinum til pensjónsaldur av vegna skert vinnuføri orsaka av sjúku, skaða, slit ella av øðrum ávum. Til ber tá at søkja um fyritíðarpensjón. Tað eru trý stig av fyritíðarpensjón  lægsta, miðal og hægsta. Hevur tú eitt ávíst arbeiðsføri og arbeiðir eftir førimuni, kanst tú t.d. fáa lægstu fyritíðarpensjón sum ískoyti. Er vinnuførleikin so skerdur, at hann er mettur at vera einans 1/3 av vanligum arbeiðsføri, kanst tú fáa miðal fyritíðarpensjón. Hevur tú fingið staðfest, at tú einki ella lítið og einki arbeiðsføri hevur, kanst tú fáa hægstu fyritíðarpensjón. Sí fleiri upplýsingar her

Hýra

Ert tú við fiskiskipi og mynstraður sambært sáttmála hjá Føroya Fiskimannafelag hevur tú rætt til hýru, sum er ein prosentpartur av søluvirðinum minus nakrar sáttmálasettar loyvdar frádráttir. Býtisrosentið er t.d. 27% fyri trolarar, 43% fyri línu og 17,5 fyri skip størri enn 1500 brt. Umframt hetta er ásett eftirløn, niðursiglingarhýra o.s.fr. til ber at lesa sáttmálan her

Javnstøðulóg

Javnstøðulógin ásetur greitt, at loyvt er ikki at gera mismun á fólki vegna kyn. Kvinnur og menn skulu hava somu møguleikar til útbúgving, arbeiði, yrkisliga og mentanarliga menning. Endamálið við lógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn. Tað er Javnstøðunevndin, sum hevur eftirlit við lógini. Javnstøðunevndin er ráðgevi hjá myndugleikum og øðrum í javnstøðuspurningum, og skal gera tilmæli í javnstøðumálum. Til ber eisini at kæra til Javnstøðunevndina, um lógin verður brotin. Sí nærri her

Minstaløn

Minstaløn verður veitt fiskimonnum við bústaði í Føroyum, sum eru mynstraðir við fiskiskipi, sum er størri enn 30 tons og skrásett í Føroyum. Minstalønin er kr. 1.100,00 um dagin. Minstalønin verður skerd 100% við hýruni fyri túrin og fellur tískil burtur, tá daghýran er komin uppá kr.  1.100,00. Afturat minstulønin verður veitt frítíðarløn. Sí nærri her

Samhaldsfasti

Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðar-eftirlønargrunnurin – eisini stytt AMEG ella Samhaldsfasti, er arbeiðsmarknaðargrunnur, ið løntakarar og arbeiðsgevarar rinda til – hvør partur rindar 3% inn í grunnin. Samhaldsfasti var settur á stovn í 1991, og er í dag eitt munagott ískoyti til pensjónina. Útgjaldið úr Samhaldsfasta er í 2021 5865 kr um mánaðin. Sí fleiri upplýsingar her

Setanarskriv

Tá ið tú fert í nýtt starv, sum varar meir enn 1 mánaða, og sum í miðal er meir enn 8 tímar um vikuna, skalt tú sambært lóg hava setanarskriv. Setanarskrivið skal upplýsa allar týðandi upplýsingar, herundir​ nær starvssetanin byrjar og hvussu leingi setanin varar, um hon ikki er óavmarkað, starvsstað, arbeiðstíð, starvsøki, starvsaldur, galdandi sáttmála, fakfelag, løn, eftirløn, v.m., frítíðarløn, frítíð, uppsagnarfreistir o.s.fr.Hevur tú einki setanarskriv, kanst tú biðja arbeiðsgevaran um tað. Eru trupulleikar við at fáa setanarskriv, so kanst tú venda tær til álitisfólkið ella títt fakfelag. Sí lógina her

Sjúkradapeningur

Sjúkradagpengar er ein fyribils veiting, sum tú kanst søkja, um tú vegna sjúku ella skaða ikki fært røkt títt starv og tí missir arbeiðsinntøku. Tú kanst eisini søkja, um tú ert við barn og ymisk árin gera, at tú gerst óarbeiðsfør. Somuleiðis kanst tú fáa rætt til dagpengar, um tað gerst alneyðugt at vera um álvarsliga sjúkan hjúnafelaga ella sjúkt barn. Hevur tú rætt til løn undir sjúku ber ikki til at fáa sjúkradagpening eisini. Sí nærri her

Tímaløn 1960-

Í dag er tað ein sjálvfylgja, at kynini bæði fáa eins løn, men fram til 1980 var munur á tímalønini. Hóast tímalønin hjá kvinnum og monnum er hin sama merkir tað kortini ikki, at lønarmunurin millum kvinnur og menn er burtur. Hagtøl vísa, at stórur munur er á tí, sum kvinnur og menn forvinna. Fram til 1990 var ein lóg um prísviðbøtur, hetta vil siga, at hækkaði prístalið omanfyri eitt ávíst, so hækkaði lønin eisini. Fram til 1990 kundi lønin hækkað upp í fimm ferðir um árið. Síðani 1990 er lønin einans hækkað samsvarandi sáttmálahækkingum. Yvirlit

Trygdarskipan

Sambært lóg skal trygdar- og heilsuarbeiðið á arbeiðsplássinum skipast um 10 ella fleiri arbeiðsfólk eru. Hetta gerst við trygdarumboðum og trygdarnevnd. Arbeiðspláss við færri enn 10 starvsfólkum kunnu velja trygdarumboð, og um fleiri arbeiðsumhvørvislig vandamál eru, verður mælt til, at arbeiðsplássið hevur eitt skipað trygdar- og heilsuarbeiði. Er arbeiðplássið omanfyri 20 fólk skal trygdarbólkur og trygdarnevnd gerast. Trygdarumboð hava serliga verju mótvegis uppsøgn. Tað er Arbeiðs- og brunaeftirlitið, sum umsitir lógina um arbeiðsumhvørvi. Sí nærri upplýsingar her

Vinnusjúka

Ein vinnusjúka er sjúka, sum stendst av, at løntakari er ella hevur verið fyri skaðiligum árini í arbeiðshøpi. Vinnusjúkur merkjast ofta ikki fyrr enn langt eftir, at skaðiliga árinið byrjaði. Vinnusjúkur kunnu eisini vera sjúkur, sum raka børn í móðurlívi orsakað av skaðiligum arbeiðsárinum á mammuna. Vinnusjúkur kunnu stava frá tungum arbeiði, har nógvur gangur er, har arbeitt verður við vandamiklum evnum ella har løntakari hevur nógvar einsháttaðar og endurtakandi rørslur. Dømi um vinnusjúkur kunnu vera astma, eksem, ovurviðkvæmi, niðursett hoyrn, kronisk pína í beinagrind o.a. Til ber at fáa endurgjald fyri staðfesta vinnusjúku. Sí meir her og her

Tíni rættindi: Services
bottom of page